Vetrarjazz í Gulu Smiðju

15. januar 2026

Fríggjakvøldið 23. januar kl. 19.30 verður konsert við Addeq (GL/FO)

Fólkatónleikarar úr Føroyum, har ímillum Kristian Blak, luttóku í 1987 í vígsluni av norðurlendska
stovninum NAPA. Føroyingarnar framførdu í Eysturgrønlandi, og fingu gott samband við
trummudansarin Anda Kuitse, úr bygdini Kulusuk.
Seinni fór Kristian aftur til Eysturgrønlands og framførdi tónleik við íblástri úr lívinum og
umhvørvinum hjá Anda. Árið eftir innspældu Anda og Kristian hendan tónleikin í Føroyum, saman
við sámiskum, afrikanskum og svenskum tónleikarum. Heitið á plátuni varð "Addeq" – grønlendska
navnið á fuglinum, sum á føroyskum eitur ógvella.

Nú í 2026 framføra vit Addeq við Miké Thomsen. Anda Kuitse lærdi hann sjálvur upp í
eysturgrønlendskum trummudansi. Miké hevur spælt við Yggdrasil, Resterne af Rigsfællesskabet
og fleiri bólkum her í Føroyum.
Miké, sum er uppvaksin í Ilulissat, er bæði sjónleikari, dansari, umframt tónleikari og fer, til hetta
høvið, at framføra tónleik úr Addeq afturat øðrum tónleiki hjá upprunafólki, saman við Kristiani,
Angeliku, Heðini og Mikael.


Hoyr Addeq plátuna frá 1989 her:
https://www.youtube.com/watch?v=G_ldf2VWk0Y

Miké Thomsen (sang, trumma), Angelika Hansen (violin), Heðin Ziska Davidsen (gittar), Kristian Blak (klaver), Mikael Blak (bass)

Atgongumerkið kann keypast við dyrnar fyri 100 kr.  - og ung upp til 18 ókeypis


Keyp JazzPazz á blabar.fo

Seinastu tíðindi

04. februar 2026
Skrivikapping 2026 - stuttsøgur
03. februar 2026
Kunning frá Rannsók­nar­stovuni á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
30. januar 2026
Kunngerð um undantaks­loyvi til taðing
20. januar 2026
Væleydnað tónleikaferð hjá bólkinum Gaia úr Gulu smiðju