Námsfrøðilig ráðgeving:
Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir ráð, vegleiðing og frálæru í námsfrøðiligum spurningum og evnum á dagstovnaøkinum.
Ein tíðandi partur av námsfrøðiligu ráðgevingini fer fram eftir TÍTT arbeiðsháttinum, har starvsfólk meta um trivnaðin hjá hvørjum einstøkum barni. Støðan hjá børnum, ið ikki trívast nóg væl, verður tikin upp til nærri umrøðu saman við foreldrunum og í samráð verður roynt at finna skilagóðar loysnir.
Námsfrøðiligi ráðgevin vitjar stovur og vegleiðir eftir tørvi og ynski. Umframt ráðgeving verður skipa fyri frálæru í viðkomani námsfrøðiligum evnum
Tað eru stovnsleiðari og starvsfólk ið taka stig til námsfrøðiliga ráðgeving. Um foreldur eru varð við og stúrin um trivnaðin hjá barni sínum, kunnu tey venda sær til leiðslu ella starvsfólk, sum kunnu taka stig til námsfrøðiliga ráðgeving
Námsfrøðiligur ráðgevi:
Anja Clementsen
Mýravegur 26
620 Runavík
Teldupost: anja@runavik.fo
Tlf.: 41 70 94