Býráðið

Runavíkar býráð er mannað við 11 fólkavaldum býráðslimum, sum verða valdir á kommunuvali fjórða hvørt ár.

Á breddanum í høgru síðu hevur tú møguleika at fylgja við býráðsarbeiðinum í kommununi, har tú kanst kunna teg nærri um sitandi býráð, býráðsvirksemið, nevndir o.a.

Býráðsfundur er vanliga kl. 17.00 í býráðshøllini.

Mál, ið ynskjast viðgjørd á býráðsfundi, skulu verða býráðnum í hendi innan 1. í mánaðinum.

Nevndir

  • Tøkni- og umhvørvisnevndin hevur fund, hvønn mikudag, í næstsíðstu viku í hvørjum mánaða
  • Fíggjarnevndin hevur fund, hvønn mánadag, í somu viku sum býráðsfundur er
  • Trivnaðarnevndin hevur fund, hvønn mikudag, í næstsíðstu viku í hvørjum mánaða
  • Vinnu- og havnarnevndin hevur fund, hvønn týsdag, í næstsíðstu viku í hvørjum mánaða
  • Mentanarnevndin hevur fund hvønn mikudag í næstsíðstu viku í hvørjum mánaða
  • Byggi- og býarskipanarnevndin hevur fund, hvønn mánadag, í næstsíðstu viku í hvørjum mánaða
  • Ítróttarnevndin hevur fund hvønn týsdag, í næstsíðstu viku í hvørjum mánaða

Mál, ið ynskjast viðgjørd í nevnd, skulu verða kommununi í hendi innan 1. í mánaðinum.