Moldgoymslur
Runavíkar kommuna hevur tvær moldgoymslur at vísa til. Ein moldgoymsla er við Skorhædd, í samstarvi við Nes kommunu, og hin er í grótbrotinum í Skálafirði. Har er gjørd avtala við veitarar um at umsita moldgoymslurnar.
Hvat kann latast til moldgoymslurnar?
Moldgoymslurnar hava ein lista, har tað er ásett hvat kann latast inn. Tað er strangliga bannað, at lata nakað inn á moldgoymslurnar, sum ikki er á listanum.
Moldgoymslan við Skorhædd
Upplatingartíðir, gjald og umsitari
Kaj Eli Hansen umsitur moldgoymsluna við Skorhædd og hevur tlf.nr. +298 504980.
Opið er allar gerandisdagar frá kl. 8.00 til 16.00.
Gjald fyri tilfar latið inn á moldgoymsluna, verður fakturerað til entreprenørin.
Niðanfyristandandi gjøld og treytir (galdandi frá august 2022)
Gjøld fyri at sleppa av við tilfar (øll gjøld eru u/MVG):
Tilfar at tyrva vanligt, – herundir betongslamm og leyst (einshátta) asfalt 1,28 kr/kg 240 kr/m³.
Ífylla – betongbrot 0,08 kr/kg 48 kr/m³.
Ífylla – asfaltbrot 0,08 kr/kg 48 kr/m³.
Ífylla – urtagarðsburturkast/urtagarðsleivdir 0,50 kr/kg ella 48 kr/m³.
Avgrevstur – rein mold uttan bøkkar og steinar størri enn nevi 8,00 kr/m³.
Avgrevstur – leirur 16,00 kr/m³.
Avgrevstur – grót 16,00 kr/m³.
Avgrevstur – blandað 48,00 kr/m³.
Sandur 16,00 kr/m³.
· Skeiv sortering – eykagjald 0,50 kr/kg 480 kr/m³ (um onkur sum kemur inn á øki, og sjálvráðin lessar av í skeivum stað).
· Um óviðkomandi tilfar verður latið á moldgoymsluna verður eykagjald lagt á, sum nevnt í príslistanum “Skeiv sortering”.
Borgarar úr Nes og Runavíkar Kommunu, kunnu gera avtalu um fast gjald á kr. 8.000 fyri avgrevstur frá egnum grundstykki. Tá er kravið, at tilfarið er sorterað sum ávikavist rein mold – leirur – grót – bøkkar. Goldið skal verða, áðrenn komið verður á moldgoymsluna. Um tilfarið ikki er sorterað sum omanfyri, verður tilfarið at rokna sum blandað og kostar tá kr. 48 pr/m3.
Gjøld fyri at heinta tilfar:
At heinta óskilda mold á moldplássinum við Skorhædd kostar kr. 35 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað (kunnu vera stórir steinar í).
At heinta skilda mold á moldplássinum við Skorhædd kostar kr. 125 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað (steinar upp í nevastødd kunnu vera í).
At heinta mold sum er betri skyld (havamold) kostar kr. 300 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað (smásteinar upp til 7 cm kunnu vera í).
At heinta grót, sum er gott til ífyllu t.d. niðurmillum húsagrundir, kostar kr. 155 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað.
Minsta gjald fyri keyp av mold, er kr. 35.
Um privatfólk úr kommununum báðum koma eftir mold við stampum ella lítlum viðfestivogni, og um tað ikki fyllir meira enn 0,2 m3, verður einki gjald fyri óskilda mold.
Onnur gjøld og kunning:
Um neyðugt er at hava opið uttanfyri vanliga upplatingartíð, kann avtalast við umsjónarmannin um longda upplatingartíð. Kostnaðurin fyri hetta er kr. 1.250 v/MVG um tíman.
Báðar kommunurnar hava móttøku av grasi/greinum við bingjuplássini.
Einki óviðkomandi tilfar, uttan tað sum her er tilskilað, má latast á moldgoymsluna.
Moldgoymslan í grótbrotinum í Skálafirði
Upplatingartíðir, gjald og umsitari
Kreton umsitur moldgoymsluna í grótbrotinum í Skálafirði, og atgongd fæst við at ringja tlf.nr. +298 567070.
Upplating er eftir avtalu við Kreton.
Gjald fyri tilfar latið inn á moldgoymsluna, verður fakturerað til entreprenørin.
Niðanfyristandandi gjøld (galdandi frá november 2022)
Gjøld fyri at sleppa av við tilfar (øll gjøld eru u/MVG):
Tilfar at tyrva vanligt, – herundir betongslamm og leyst (einshátta) asfalt 1,28 kr/kg 240 kr/m³.
Ífylla – betongbrot 0,08 kr/kg 48 kr/m³.
Ífylla – asfaltbrot 0,08 kr/kg 48 kr/m³.
Ífylla – urtagarðsburturkast/urtagarðsleivdir 0,50 kr/kg ella 48 kr/m³.
Avgrevstur – rein mold uttan bøkkar og steinar størri enn nevi 8,00 kr/m³.
Avgrevstur – leirur 16,00 kr/m³.
Avgrevstur – grót 16,00 kr/m³.
Avgrevstur – blandað 48,00 kr/m³.
Sandur 16,00 kr/m³.
· Skeiv sortering – eykagjald 0,50 kr/kg 480 kr/m³ (um onkur sum kemur inn á øki, og sjálvráðin lessar av í skeivum stað) .
· Um óviðkomandi tilfar verður latið á moldgoymsluna verður eykagjald lagt á, sum nevnt í príslistanum “Skeiv sortering”.
Borgarar úr Runavíkar Kommunu kunnu gera avtalu um fast gjald á kr. 8.000 fyri avgrevstur frá egnum grundstykki. Tá er kravið, at tilfarið er sorterað sum ávikavist, rein mold – leirur – grót – bøkkar. Goldið skal verða, áðrenn komið verður á moldgoymsluna. Um tilfarið ikki er sorterað sum omanfyri, verður tilfarið at rokna sum blandað og kostar tá kr. 48 pr/m3.
Gjøld fyri at heinta tilfar:
At heinta óskilda mold á moldplássinum í Skálafirði kostar kr. 35 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað (kunnu vera stórir steinar í).
At heinta skilda mold á moldplássinum í Skálafirði kostar kr. 125 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað (steinar upp í nevastødd kunnu vera í).
At heinta mold sum er betri skild (havamold) kostar kr. 300 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað (smásteinar upp til 7 cm kunnu vera í).
At heinta grót, sum er gott til ífyllu t.d. niðurmillum húsagrundir, kostar kr. 155 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað.
Minsta gjald fyri keyp av mold, er kr. 35.
Um privatfólk úr kommununum báðum, koma eftir mold við stampum ella lítlum viðfestivogni, og um tað ikki fyllir meira enn 0,2 m3, verður einki gjald fyri óskilda mold.
Onnur gjøld og kunning:
Um neyðugt er at hava opið uttanfyri vanliga upplatingartíð, kann avtalast við umsitaran um longda upplatingartíð. Kostnaðurin fyri hetta er kr. 1.250 v/MVG um tíman.
Kommunan hevur móttøku av grasi/greinum við bingjuplássini á Skála og Runavík.
Kommunan brúkar norðara part av grótbrotinum, sum moldgoymslu til verkætlanir í kommununi og havaburturkast frá ruskplássinum á Skála.
Einki óviðkomandi tilfar, uttan tað sum her er tilskilað, má latast á moldgoymsluna.