Mentanarstuðul

Runavíkar kommuna setur á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul. Til ber at søkja um mentanarstuðul í samband við tiltøk og verkætlanir í breiðum mentanarligum høpi. Umsóknirnar verða viðgjørdar eftir fylgjandi meginreglum:

  • Stuðulin er í høvuðsheitum ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum og verkætlanum í Runavíkar kommunu.

  • Mentanarnevndin játtar stuðulin eftir tilmæli frá Mentanardeildini.

  • Til ber altíð at søkja, og umsóknirnar verða viðgjørdar á fyrstkomandi mentanarnevndarfundi.

  • Fyrimun hava tiltøk ella verkætlanirnar, sum eru almannagagnlig, fjølbroytt og vísa nýhugsan á mentanarøkinum.

  • Umsóknin skal innihalda fíggjarætlan.

  • Tá ið tiltakið er av, skal frágreiðing og eftirmeting sendast kommununi.