
Týning av innræsnum plantum
Runavíkar kommuna fleiri hevur fleiri innræsnar plantur í sjóneykuni. At ein plantan er innræsin merkir, at hon eru innslødd frá øðrum londum. Í summum førum breiða planturnar seg sera lætt og skjótt, og gera seg inn á tað føroyska plantulívið. Tí vil kommunan heita á borgararnar um at týna hana á egnum øki.
Runavíkar kommuna hevur gjørt eitt yvirlit við garðaskøruráðum, sum kann takast niður og prentast út: Garðaskøruráð
Garðaskøra (oftast kallað skøra)
Skøra
Um garðaskøruna
• Garðaskøran (Alchemilla mollis) blómar í juni - september. Hon breiðir seg skjótt.
• Hon køvir annan lægri vøkstur og kann leggja stór økir undir seg eftir stuttari tíð. Tí er týdningarmikið, at skøran verður tikin upp ella týnd.
Forða garðaskøruni at vaksa og nørast
• Tak skøruna upp við rót.
• Sker plantur niður, áðrenn tær blóma og seta fræ.
• Avskurður kann í gráa posan hjá IRF saman við vanligum húsarhaldsruski, sum fer til brenningar.
• Eisini ber til at lata avskurðin til brenningar á ruskplássinum.
• Syrg fyri so lítið av mold sum møguligt fylgir við plantuni, tá ið hon verður burturbeind. Moldin køvir eldin í brenniovninum hjá IRF.
• Lat ikki skøru í kompost, tí tá breiðir hon seg aftur við fræi.
• Mælt verður frá at sproyta við plantueitri. Tað kann hava ótilætlaðar fylgur fyri annan vøkstur og umhvørvi sum heild. Verður sproytað við eitri, eigur nýtslan at tálmast mest møguligt, og tá bert til truplastu tilburðirnar.
• Har, sum skøran er tikin upp, er skilagott at sáa ella planta annan vøkstur og harvið forða fyri, at skøran kemur fyri seg aftur.
• Roynast kann at køva skøruna við at leggja okkurt omaná, s.s. eina plátu ella myrkt plast.
• Best er, um tað verður sátt við gras, um tað frammanundan er eitt grasøki hon stendur í, hetta fyri at hemma nýggjum fræplantum at spíra, her vil hon fáa kapping av grasinum
Inniprýði
• Til ber at gera ein eina vakurt blómutyssi burtur úr skøruni saman við føroyskum blómum. Tveit alt blómutyssið í ruskspannina til húsarhaldsrusk, tá ið tað er følnað.
Er garðaskøran í haga, fjøru ella uttanfyri bygt øki, boða kommununi frá
Sært tú garðaskøru í haga, fjøru ella uttanfyri bygt øki, kanst tú boða kommununi frá við at ringja til 41 70 00.
Loðið hóvblað
Um loðið hóvblað
• Loðið hóvblað (Tussilago farfara) blómar við gulum blómum í mars-apríl. Blómurnar líkjast várhagasólju.
• Bløðini síggjast í juli-september. Hon trívist best undir vánaligum umstøðum - í vátari og kleiggjutari mold, í skugga eins væl og í sól, á skráningum eins væl og á flatum.
• Loðið hóvblað er sædd í Søldarfirði og Runavík.
Forða loðið hóvblað at breiða seg
• Vil man tí til lívs, skal man velta moldina og taða hana væl. Loðið hóvblað breiðir seg undir mold - eins og kirkjubøsóljan.
• Loðið hóvblað fær eisini síðusprot (avleggarar), og um man roynir at grava plantuna upp, og av óvart kvettir eitt síðusprot av, kemur ein nýggj planta. Tí kann hon verða sera trupul at sleppa av aftur við
• Loðið hóvblað er sædd í Søldarfirði á Gerðisvegi og á Garðavegi, og í Runavík við Fjøruvegin