Reyða Kross vitjanartænastan í Runavíkar kommunu
Við samstarvsavtalu millum Reyða Kross Føroya og Runavíkar býráð er vitjunartænasta sett á stovn í Runavíkar kommunu.
Nærvera og eitt hugnaligt prát hjálpa ímóti einsemi. Øll fáa gleði av góðari samveru - bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan. Reyði Krossur ynskir, at vit saman hjálpa móti einsemi, tí hava vit Reyða Kross Vitjanartænastuna.
Vilt tú hava vitjan?
Til ber at gera avtalu við Reyða Kross Vitjanartænastuna um at fáa vitjan eina ella tvær ferðir um vikuna ella eftir avtalu.
Vitjanarvinirnir hjá Reyða Krossi eru álítandi og hava tagnarskyldu.
Vilt tú vera vitjanarvinur
Hevur tú hug at gleða ein við eini vitjan? So seg teg í samband við Reyða Kross Vitjanartænastuna .
At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tú vitjar vin tín eina ferð um vikuna. Hvør vitjan varir ein til tveir tímar, ella eftir avtalu.
Sum vitjanarvinur skalt tú vera minst 18 ár, vera álítandi, vinalig/ur og virða menniskju, sum tey eru.
Fá samband við okkum
Jonhild Reynholdsdóttir
Tlf. 28 20 22
Kristian Gaardbo
Tlf. 21 80 83
Hanna Olsen
Tlf. 51 15 40
Teldupostur: vtrunavik@redcross.fo