Staðbundnar nevndir
Eftir at 5 kommunur høvdu lagt saman í eina, undir heitinum Runavíkar kommuna, var semja um at skipa 4 staðbundnar nevndir á Skála/í Skálafirði, í Oyndarfirði, í Funningi og í Elduvík/Funningsfirði.
Tríggir limir vera á kommunuvalum valdir í hvørja av hesum nevndum. Tá býráðið skipar seg vera býráðslimir valdir í hesar nevndir, ein í hvørja teirra, og borgarstjórin er føddur limur og formaður í teimum øllum, soleiðis eru nevndirnar mannaðar við 5 limum í part. 4 fundir eru um árið í hvørjari nevnd.
Endamálið við nevndunum er, at mál, sum hava serligan áhuga fyri hesi økini, verða send nevndunum til ummælis, sum innan ein mánaða vegleiða, umrøða og gera tilmæli hesum viðvíkjandi. Nevndirnar hava bert ráðgevandi heimildir.
Nevndirnar eru í býráðssetuni 2025-2028 mannaðar soleiðis:
Oyndarfjarðarnevndin
Tórbjørn Jacobsen, formaður
Hanna Olsen
Ingeborg Klein
Bárður Árnason
Jóhan Vest
Elduvíkarnevndin
Tórbjørn Jacobsen, formaður
Eyðfinn Pattinson
Tórheðin í Dali
Dánjal Martin Hansen
Jóhan Vest
Skálanevndin
Tórbjørn Jacobsen, formaður
Mekhala O. Kollslíð
Poul Eli Johannesen
Knút Bjarnaskor Johannesen
Jógvan Andersen
Funningsnevndin
Tórbjørn Jacobsen, formaður
Marjun J. Johannesen
Randi Dam
Óluva F. Johannesen
Jóhan Vest