Bátafelagið á Bakka eigur eini hús Niðri á Støð 1, á Glyvrum, sum limirnir í felagnum hava bygt.
Formaður:
Herbert Olsen
Tel: 218788
Limirnir hava atgongd til húsini, húsini vera til dagligt brúkt sum undirhús, har møguleiki er at fáa eitt prát og drekka ein kaffimunn.
Húsini kunnu leigast til tiltøk, pláss er fyri 90 fólkum.
Ætlanin er, at fólk, sum koma á vitjan við báti, kunnu brúka húsini. Brúsa, vaskimaskina og turkitrumla er í húsunum..
Alment wc er í bygninginum, sum er opið alt árið frá kl. 9 - 20.