Børn og ung í Runavíkar kommunu 

Runavíkar kommuna arbeiðir støðugt við at menna eitt trygt og gott umhvørvi til okkara yngru borgarar, bæði á dagstovna- og skúlaøkinum. 

Nógv frítíðarvirksemi fer eisini fram í kommununi við nógvum góðum hentleikum. Her kunnu børn og ung ganga til alskyns ítrótt, í musikkskúla, vit hava eitt virki bókasavn og ungdómshús.