Reglugerð fyri útlutan av kommunalum grundstykkjum

Hendan reglugerðin er galdandi fyri alla vanliga kommunala útlutan av grundstykkjum til bústaðarbygging. Reglugerðin er ikki galdandi, tá kommunan bjóðar út vinnustykkir ella stykkir til íbúðarbygging.

 

§ 1.  Kommunan stykkjar út grundstykkir til bústaðarbygging. Tey, ið ynskja at keypa grundstykki, kunnu skriva seg á bíðilista, ið kommunan skipar. Bert likamligir persónar kunnu verða skrivaðir á bíðilista.
Stk. 2. Bíðilistin er b‎‎ýttur í økir. Økini eru:

1)      Øki 1: Runavík, Saltangará og Glyvrar

2)      Øki 2: Skála

3)      Øki 3: Rituvík

4)      Øki 4: Æðuvík

5)      Øki 5: Skálafjørður

6)      Øki 6: Oyndarfjørður

7)      Øki 7: Søldarfjørður, Lamba, Lambareiði og Skipanes

8)      Øki 8: Funningur, Funningsfjørður og Elduvík

Stk. 3. Tey, ið ynskja at verða skrivað á bíðilistan, skulu skrivliga boða kommununi frá, at tey ynskja at standa á bíðilista til grundstykki í einum av økjunum. Harumframt skal rindast eitt depositum á 20.000 kr.
Stk. 4. Tey, ið ynskja at verða skrivað á bíðilistan, skulu lúka treytirnar í løtingslóg nr. 158 frá 10. desember 2021 um at keypa fastogn í Føroyum.  

§ 2. Fólk standa á bíðilistanum í tí raðfylgju, tey hava skrivað seg upp, og fáa boðið grundstykkir so hvørt, sum tey gerast tøk.
Stk. 2. Tann, ið stendur á bíðilista og fær eitt grundstykkið bjóðað, men ikki tekur av, verður fluttur aftast á bíðilistan.
Stk. 3. Kommunan kann, í serligum førum, velja at bjóða einum umsøkjara eitt grundstykki í einum øðrum øki enn tí, ið viðkomandi er uppskrivaður á. Velur viðkomandi ikki at taka av, varðveitir viðkomandi kortini pláss sítt á bíðilistanum.

§ 3. Tann, ið tekur av tilboði um grundstykki, skal rinda depositum á 100.000 kr.  
Stk. 2. Tann, ið tekur av tilboði um grundstykki skal í seinasta lagi eitt ár eftir, at tilsøgn um grundstykki varð givin, hava latið kommununi skjalprógv um, at klárt er at fara undir at byggja. Tá freistin er farin, fellur tilsøgnin burtur.
Stk. 3. Tá treytin í stk. 2 er lokin, verður grundstykkið selt og skeytað til viðkomandi.

§ 4. Tann, ið hevur fingið skeytað eitt grundstykki, skal vera farin undir at byggja í seinasta lagi eitt ár eftir, at skeytið varð undirskrivað av báðum pørtum. Verður freistin ikki hildin, kann kommunan velja at taka grundstykkið aftur, ímóti at keypspeningurin, uttan rentu, verður afturgoldin. Kommunan rindar ikki fyri aðrar útreiðslur, ið viðkomandi hevur havt av grundstykkinum.
Stk. 2. Bygningurin skal vera innilokaður, sambært meting byggivaldsins, í seinasta lagi 2 ár eftir, at grundstykkið er skeytað til viðkomandi. Verður freistin ikki hildin, kann kommunan  velja at taka grundstykkið aftur ímóti at keypspeningurin, uttan rentur, verður afturgoldin. Kommunan rindar ikki fyri aðrar útreiðslur, ið viðkomandi hevur havt av grundstykkinum.
Stk. 3. B‎‎ýráðið kann í serligum førum geva undantak til reglunar í stk. 1 og 2.

§ 5. Tann, ið seinastu fimm árini hevur fingið skeytað eitt kommunalt grundstykki, kann ikki verað skrivaður á bíðilistan fyrr enn fimm ár eru liðin.

§ 6. Ynskir tann, ið hevur fingið eitt kommunalt grundstykki skeytað, ikki at byggja á tað kortini, skal grundstykkið latast aftur til kommununa ímóti, at keypspeningurin, uttan rentu, verður afturgoldin. Kommunan rindar ikki fyri aðrar útreiðslur, ið viðkomandi hevur havt av grundstykkinum.
Stk. 2. Grundstykkið kann ikki, uttan tilsøgn frá býráðnum, avhendast til triðjamann. Býráðið kann í hesum sambandi seta treytir um prís o.a.
Stk. 3. Tvey, ið hava fingið tillutað kommunal grundstykkir, kunnu ikki b‎‎ýta um grundstykkir innanh‎ýsis.

Samtykt á byráðsfundi 27. februar 2025