Heilsufremjandi venjingar fyri borgarum 67 ár og eldri
Roðin hevur síðani mei 2018 bjóðað borgarum, sum eru 67 ár og eldri, til venjing og samveru í Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála.
Vengingarnar fara fram í Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála - mánadag og mikudag kl. 10.45-11.45
Eisini er eitt tilboð ætlað teimum, sum ikki halda seg megna tær venjingarnar sum vanliga eru í
Bylgjuni. Venjingarnar vera “lættari”. Hesar venjingarnar ganga fyri seg á loftinum í Bylgjuni.
Mánadag og mikudag kl 10.45-11.45
Roðin hevur síðan mei 2018 bjóðað borgarum, sum eru 67 ár og eldri, til venjing og samveru í Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála.
Í Bylgjuni í Runavík er venjingin mánadag og mikudag kl 10.45-11.45
Í Ítróttarhøllini á Skála er venjingin mánadag og mikudag kl 14-15
Venjingarnar eru í mánaðunum: januar, februar, mars, apríl, mei, september, oktober og november.
Tilboðið er við tí fyri eyga at økja um kontitiónina, vøddastyrkina og betra balansuna. Hetta kann fyribyrgja falli og lívstílsjúkum og kann stuðla undir vælveru og lívsgleði.
Um ein ynskir at luttaka til hesar venjingar, kann man bara møta upp í høllini og har verður man meldaður til.
Mánaðarligt gjald fyri luttøku eina ferð um vikuna er: kr 130,-
Mánaðarligt gjald fyri luttøku tvær ferðir um vikuna er: kr 170,-
Øll eru vælkomin at ringja til Roðan á tlf.: 478200 og hoyra nærri um tilboðini