Skaðadjór og onnur djór
Her finnur tú ymiskar upplýsingar, vegleiðingar og lógir viðv. djórum og skaðadjórum.
Rotta
Fráboðan
Mest umráðandi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, ið kommunan fær frá borgarunum.
Tí er umráðandi, at tann ið sær rottu ella farvegin eftir rottu, beinanvegin vendir sær til Runavíkar kommunu. Skal rottutýningin eydnast til fulnar, eigur fólk við serkunnleika at skipa fyri. Um tú hevur trupulleikar av rottum ella hevur sæð rottu, skal tú venda tær til kommununa á tlf. 417000. Kommunali rottufangarin setir seg síðan í samband við teg um vitjan.
________________________________________________________________
Lógin áleggur hvørjum einstøkum ognara í mestan mun at avmarka livimøguleikarnar hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.
Lógin áleggur somuleiðis kommunum at skipa fyri ókeypis týning av rottum. Tað merkir, at hvør einstakur, ið hevur trupulleikar av rottu, kann venda sær til kommununa um hjálp og samstundis fáa vegleiðing um, hvussu best verður byrgt upp fyri rottum.
Hvussu verjir ein ogn sína á bestan hátt?
Burturkast og órudd uttandura eigur at verða burturbeint. Byggitilfar o.a. eigur at verða stáplað við frástøðu frá lendinum so langt frá bygningum sum gjørligt.
Fóður og matleivdir eiga ikki at liggja og flóta uttandura. Tílíkt rusk eigur at verða gjørt til sankutøð ella at latast ruskinnsavningini.
Slógv og burturkast frá slakti eigur at verða koyrt á Kommunalu Brennistøðina.
Tveit ikki rusk í náttúruni!
Um tú hevur hønur ella annan flogfenað á ogn tíni, ella um tú gevur fuglum ella villkøttum, mást tú ansa væl eftir ikki at geva ov nógv. Vandin fyri rottum er í slíkum førum stórur.
Gev ikki fuglum meiri enn etið verður ein dag. Fá tær fóðurbretti til fuglarnar.
Innandura
Rotta sleppur inn gjøgnum hol, ið eru størri enn ein 2 króna.
Rivur og hol í bygningum eiga tískil at verða umvæld. Til dømis kunnu holini stappast við høsnaneti, áðrenn stoypt verður.
Ventilatiónsristir eiga at vera festar væl og vera av tilfari, ið rotta ikki sleppur ígjøgnum. Hol í veggjum og múrum til kaðalar, rør o.l. eiga at verða vard við høsnaneti ella plátu.
Hurðar og vindeygu til lofts- og kjallararúm, ið ikki verða nýtt, eiga at verða latin aftur.
Frárensl eiga at vera tøtt og brot eiga at verða umvæld beinanvegin.
Hvussu veit ein, at vandi er á ferð?
Rotta er stygg og varlig og ger oftast um seg um náttina. Tí er ikki ofta, at fólk varnast livandi rottu. Sæst rotta í dagslýsi, er tað tekin um, at nógv rotta er til.
Uttandura verður rotta ofta avdúkað av holum í lendinum. Í óbygdum øki er hol við grevstrartilfari ofta tekin um rottu. Eitt runt hol, uttan grevstrartilfar, nærhendis
kloakkleiðingum er ofta tekin um rottu og kloakkskaða.
Um rotta er leingi innandura, sæst farvegur á bjálkum, gólvi, veggjum og líknandi støðum. Rottan letur eftir seg brúnliga slóð av landi og kertlavági. Rottan nýtir hesa slóð at miða seg eftir.
Um náttina kann skavan og krutlan á loftinum og millum skins og hold stava frá rottum, men oftast er tað bara tað rottan leggur eftir sær sum sæst – serliga trekkurin.
Føroyska rottan
Vanliga rottuslagið í Føroyum er brúna rottan, á látínskum Rattus norvegicus. Onkuntíð vitjar eisini svarta rottan, Rattus rattus. Svarta rottan kemur við fremmandum
skipum, men megnar ikki at yvirliva leingi í føroyska umhvørvinum.
Morsniglar
Týning av morsniglinum og góð ráð
Nógvastaðni í Runavíkar kommunu er morsnigilin “Arion lusitanicus” rættuliga komin fyri seg. Hann heldur serliga til í óslignum grasið, undir steinum o.a. staðni, har hann er vardur um dagin og kemur fram um kvøldarnar og dagar við regni og nógvari vætu í luftini.
Morsnigilin kann fara rættuliga harliga fram í urtagørðum og eta stórar mongdir av grønum plantum, sum eru gróðursettar til annað endamál enn til sniglaføði. Tað er serliga tær stóru mongdirnar av sniglum, sum gera, at hann sæst so væl og kann gera so stóran skaða.
Tað eru fleiri hættir at týna snigilin. Her eru nakrir hættir, sum kunnu brúkast um ikki annað til at halda talinum niðri:
- Gift: Ferramol og onnur sniglagift, sum fáast í handlunum. At leggja út við jøvnum millumbilum 3. til 5. hvørja viku. Les mannagongd á pakkanum fyri at fáa besta úrslit.
- Slá tað síða grasið. Tað kann vera grannin, sum ikki slær grasið so ofta, ella ósligin bøur, sum snigilin nørist og trívist í. Tað hevur við sær, at tað blívur so nógv til av honum, at hann ferðast inn í urtagarðarnar, har hann ikki er ynsktur. Um grasið verður sligið og koyrt vekk, verður umhvørvið turt, og hann fer ikki at kunna nørast líka væl. Síðani kann gift leggjast út.
- Fellur: Ymiskar sniglafellur kunnu fáast til keyps, eisini kann tað vera ein krukka ella annað ílat. Sniglagift ella øl verður vanliga koyrt í fellurnar. Í staðin fyri øl ber til at gera eina blanding av ger, sukur og vatn. Fellurnar verða so tømdar, so hvørt sum tær fyllast og nýggj gift, øl ella gerblanding koyrd í.
- Uppsamling av sniglum: Hetta gerst best um kvøldarnar. Samla sniglar upp við handskum í eitt ílat, koyr kókað vatn út yvir, klipp við saksi, salta ella forkom teimum á annan hátt.
- Salt: Eina lummalykt og eina saltbússu. So út at ganga túr í lendinum um kvøldið. Tá hetta er gjørt, er at taka ein túr á sama hátt einaferð afturat, tí tá eru aftur fleiri komnir fram. Eftir nøkur kvøld á hendan hátt, minkar talið. Tað má tó endurtakast við jøvnum millumbilum.
- Húsdjór: Moskusdunnur og hønur eta sniglarnar. Eitt par av moskusdunnum ella ein lítil høsnaflokkur heldur sniglunum vekk har tey ganga.
- Aðrir sniglar: Vínfjallasnigil “Helix pomatia” etur ikki planturnar í garðinum, men livir av sniglaeggunum hjá morsniglinum. Leopardsnigil “Limax maximus” tað sama. Meira kann lesast her: http://www.jenskjeld.info/DK_side/leopardsnegl.html
- Froskar sigast eisini at taka sniglar. Eru m.a nokkso vanligir í Nólsoy og aðrastaðni har teir eru settir út, sum halatussi ella smáfroskar.
Búgvi Róin, gartnari hjá Runavíkar kommunu
Leys djór
Eingi djór eiga at ganga leys á almennum økjum í kommununi.
Kommunan hevur aktingarmann at taka upp leys djór allar tíðir á samdøgrinum, og hetta verður gjørt í samstarvi við løgregluna. Fráboðanir um leys djór skulu gerast til løgregluna á tel. 35 14 48.
Hundar
Hundalógin ásetir, at hundar eldri enn 4 mánaðir skulu hava hálsband og spjaldur við navni og bústaði hjá eigaranum.
Hundar skulu havast í bandi á økjum, ið eru opin fyri vanligari ferðslu. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær.
Gongur hundur leysur uttan leiðara, tekur løgreglan hann upp og boðar eigaranum frá. Hevur hundurin einki spjaldur, verður lýst eftir eigaranum, og hevur eigarin ikki innan 3 samdøgur verið eftir hundinum, kann løgreglan avlíva ella avhenda hann.
Eigarin hevur skyldu at tekna eina hundaábyrgdartrygging.