Børn við serligum avbjóðingum
Børn við serligum avbjóðingum hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni, dagrøkt og frítíðarskúla á jøvnum føti við onnur børn.
Tá søkt verður um pláss skal upplýsast um serligu avbjóðingar hjá barninum.
Til børn við serligum avbjóðingum, ber til at fyriskipa serliga tillaga námsfrøðilig tiltøk í styttri ella longri tíð.
Kommunala námsfrøðiliga ráðgevingin veitir ráð og vegleiðing. Í serligum førum játtar Trivnaðardeildin eyka starvsfólkatímar til stovuna har barnið gongur. Foreldur kunnu venda sær til stovnsleiðaran, sum síðani vendir sær til námsfrøðiligu ráðgevingina ella Trivnaðardeildina.
Um vanliga dagstovnatilboðið ikki er nøktandi, er møguleiki at fáa tilboð á serstovu, sum er integreraður partur av Giljastovu á Barnagarðinum á Mýrunum.