Runavíkar kommuna hevur forskúlar í Glyvra skúla og í Skála skúla
Forskúlin Brúgvin í Glyvra skúla
Forskúlin Brúgvin er partur av Runavíkar Kommunuskúla og húsast í Glyvra Skúla. Innskriving til forskúlan er vanliga tíðliga í árinum og verður kunngjørdur av skúlanum.
Um fyrispurningar eru um forskúlan, t.d. um tilmelding í úrtíð, ber til at venda sær til varaskúlastjóran á tel. 23 71 33.
Forskúlin í Skála skúla
Forskúlin á Skála er partur av Skála Skúla og húsast í sunnara parti av skúlanum. Innskriving til forskúlan er vanliga tíðliga í árinum og verður kunngjørdur av skúlanum.
Um fyrispurningar eru um forskúlan, t.d. um tilmelding í úrtíð, ber til at venda sær til skúlaleiðaran á tel. 237052.