Felagskommunala kunngerðin um óljóð frá skipum bleiv samtykt á býráðsfundi tann 25. november 2022.

Hendan kunngerðin er endurskoðað og viðgjørd á borgarstjóra- og stýrisfundum hin 12. januar 2023. Reglugerðin hevur broytt navn til: Felagskommunala havnareglugerðin.

Broytingarnar og tillagingar fáa gildi frá 1. februar 2023 í øllum kommunum, sum hava samtykt reglugerðina.

Broytingarnar og tillagingarnar eru í høvuðsheitum hesar:

Reglugerðin hevur fingið nýtt heiti: Felagskommunala havnarreglugerðin
Nýggjar ásetingar eru um, hvussu klagur um royk skulu viðgerast
Nýggjar ásetingar skulu forða fyri at skip broyta raksturin fyri at fáa lægri ljóðmáting
Undantøk frá reglunum kunnu eftir nærri treytum gevast til farma-/ferðafólkaskip, sum t.d. eru í fastari rutu til Føroya.
Harumframt eru aðrar smærri broytingar og málsligar tillagingar gjørdar.
 

Endamálið við felagskommunalu havnareglugerðini um óljóð frá skipum er at áseta felagsreglur um lágfrekvent motorljóð og um óneyðugan larm frá skipum, sum liggja við bryggju í kommunalari havn. Reglugerðin byggir á úrslitini frá tilsamans 273 ljóðmátingum í havnum, í bústaðarøkjum og inni í bústøðum kring landið. Mátingarnar, sum fóru fram á sumri og á heysti 2021, eru framdar eftir altjóða standardi, og eru síðani viðgjørdar við einari røð av greiningum og hagfrøðiligum útrokningum.

Markvirðini verða sett í verk 1. januar 2022 og eru stigvíst lækkandi komandi trý árini.

Í sambandi við arbeiðið at áseta markvirði varð harumframt semja í havnarnetverkinum um at áseta ein felags leist fyri at basa óneyðugum larmi frá skipum og skipavirksemi í kommunalum havnum. Reglugerðin hevur tí eisini ásetingar um hetta.