Ruskpláss

Í Runavíkar kommunu eru ruskpláss í hesum bygdum.

Sí upplatingartíðir við at trýsta á bygdina.

Runavík

Skála

Funningsfirði

Oyndarfirði

Funningi

Reglugerð fyri ruskplássini í Runavíkar kommunu

  1. Ruskplássini eru bert fyri húsarhaldsburturkast.
  2. Burturkast skal vera í posum, so at tað ikki fýkur runt.
  3. Størri lutir, sum ikki fáast í bingjurnar, skulu lutast sundur, áðrenn hesir verða latnir plássinum.
  4. Ruskplássinum taka ikki ímóti mold og gróti.
  5. Stórum nøgdum (fullum bilum og vognum) av burturkasti sum t.d. frá bygging og umvælingum, ber ikki til at koma við á ruskplássið. Her mugu fólk annaðhvørt leiga bingju frá IRF, tlf.nr. 41 42 43, ella sjálvi koyra burturkastið til brennistøðina í Leirvík.
  6. Tað er loyvt at koma við tveimum kubikkum um vikuna. Umframt t.d. sofu, vaskimaskinu, turkitrumlu, madrassu og líknandi.
  7. Tað er strangliga noktað at seta burturkast uttanfyri ruskplássið ella tveita upp um hegnið.
  8. Ruskplássið tekur ikki móti vinnuburturkasti. Vinnan skal gera avtalu við IRF.
  9. Við ruskplássið í Runavík er ein bingja frá Bláa krossi til innbúgv og ymiskar brúkslutir. Boða umsjónarfólkinum frá um lutir skulu í tí bingjuna.
  10. Umsjónarfólkið kann sýta fyri at taka ímóti burturkastinum um omanfyrinevndu krøv ikki verða lúkaði.
     

Á fundi í Tøkni- og umhvørvisnevndini tann 22. september 2022 bleiv omanfyristandandi reglugerð samtykt at galda fyri øll ruskplássini í Runavíkar kommunu.