Í Runavíkar kommunu eru 15 bygdir
Æðuvík
Bygdin liggur á grønari fløtu undir lágari høvd í náttúruvøkrum heiðalendi. Við sjóvarmálan er lítil støð, har møguleiki er fyri kamping og tjalding. Norðanvert bygdina er gamla Tinghellan, har várting varð hildið. Her er høgligt at ferðast runt í haganum, har frítt útsýni er til allar síðir. Vegirnir í lyngklædda láglendinum kring bygdina eru eyðmerktir sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.
Opið er út á hav og fría útsýnið verður bert einstaka ferðir brotið av skipum, sum hómast í havsbrúnni. Æðuvík er brimpláss, serliga á lágætt, so ansast skal eftir havalduni, tá hon stórsligin brestur móti landið. Djúpt er niðurfyri og tá kyrrindi eru, er serstakliga vakurt at kava útfyri bygdina, har stórir klettar standa í sjónum nakað frá landi.
Æðuvík er niðursetubygd frá 1897.
Í Æðuvík sigst, at nógvir huldumenn hava verið, men Evensen próstur, gekk runt um garðarnar og fekk rikið teir útum. Á varðagøtuni Æðuvík - Nes kemur man fram við Promsgili, har søgnin sigur, at huldufólk búðu.
Í 2001 varð Æðuvík kosin "Føroya Best Røkta Bygd" og verður tí vælvitjað av ferðafólki bæði um summarið og á jólum, tá Æðuvík er jólabygd, skrýdd við perum og pynti.
Í Æðuvík sæst ein vakur minnisvarði, sum varð avdúkaður í oktober 1997, til 100 ára minningarhaldið fyri bygdina. Minnisvarðin sýnir myndir av fýra teim fyrstu hjúnunum, ið bygdu Æðuvík.
Kelda: VisitRunavík
Rituvík
Smáu húsini í bjørtum litum standa spjødd í grøna bønum kring víkina. Opið er út á hav og brimpláss er, so støð við neystum er báðumegin víkina. Djúpt er niðurfyri og tá kyrrindi eru, er serstakliga vakurt at kava útfyri bygdina, har taraskógur er við sandeygum og undirsjóvar holum.
Í bygdini eru fleiri minnisvarðar, sum hvør á sín hátt vísa á og virða tøk og avrik teirra, sum undan gingu.
Rituvíkar kirkja er trækirkja, sum stendur í slætta bønum miðskeiðis í bygdini nakað omanfyri støðna. Hon er seinasta av átta føroyskum kirkjum, sum H.C.W. Tórgarð, arkitektur, teknaði og er vígd í 1955. Gamla kirkjuklokkan er skipsklokka av portugisiskari skonnart, sum sakk við Grønland.
Lætt er at ferðast runt í náttúruvakra láglendinum og gingu rituvíkingar í gomlum døgum til Heiðarnar at handla, til Nes í kirkju eins og teir dúgliga brúktu varðagøtuna gjøgnum lynghagan til Lambar. Ávegis til Lamba verður gingið framvið havið hjá Óla Sterka, sum vág 440 pund. Fleiri vegateinar í økinum eru eyðmerktir sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.
Kelda: VisitRunavík
Runavík
Runavík er yngsta bygd við Skálafjørðin og liggur í náttúruvakra heiðalendinum við Toftavatn. Bygdin hevur ment seg nógv og er í dag vaksin saman við grannabygdunum til eitt 10 km langt bústaðarøki, sum í dag er meginøkið í oynni. Her heldur fjøldin av mentanar- og handilsvirksemi til við matstovum, bankum, posthúsi, apoteki, bókasavni eins og her er hotel, ráðstevnuhølir og kunningarstova.
Lívligt er á havnarlagnum, har nógv virksemi er innan ali- og fiskivinnuna, supplytænastu til oljuvinnuna umframt smábátahavn. Eisini vitja stór ferðamannaskip inn á Runavíkina at vísa fremmandu gestunum vøkru oynna.
Skamt frá virkseminum á havnarlagnum í lyngklædda heiðalendinum liggur Toftavatn, sum er fjórðstørsta vatn í landinum. Her er avbera vakurt og nógvur fuglur er í økinum, serliga um sumrarnar, tá flytifuglurin vitjar úr heitari londum. Gongugøtan kring vatnið eins og aðrir vegateinar í økinum eru eyðmerktar sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.
Kelda: VisitRunavík
Saltangará
Saltangará ella Heiðarnar, sum staðið eisini verður kallað, liggur við sjóvarmálan í blíða heiðalendinum sunnarlaga á Eysturoynni. Bygdin er niðursetubygd frá 1846, sum í dag er vaksin saman við grannabygdunum Glyvrar og Runavík til eitt samanhangandi 10 km langt bústaðarøki.Handla hevur verið í Heiðunum síðani 1866, tá Gamli Handil lat upp og nógv virksemi hevur verið her gjøgnum tíðirnar, bæði á sjógvi og landi. Størsti parturin av handils- og mentanarlívinum í Eysturoynni heldur til í økinum og her eru bankar, posthús, kunningarstova umframt fleiri matstovur, caféir og rúsdrekkasøla.
Skálafjørður er landsins størsta og tryggasta natúrhavn og nógva virksemi gjøgnum tíðirnar hevur ment vinnuna í økinum. Lívligt er á havnarlagnum, har stórt virksemi er innan ali- og fiskivinnu, supplytænastu til oljuvinnuna, smábátahavn eins og útlendsk ferðamannaskip javnan leggja at at vitja náttúruvøkru oynna.
Kelda: VisitRunavík
Glyvrar
Bygdin Glyvrar er gomul bóndabygd, ið liggur við sjóvarmálan í milda og væl vallaða láglendinum sunnarlaga á Eysturoynni.
Nógv virksemi hevur verið her seinastu øldina og er bygdin í dag vaksin saman við Saltangará og Runavík til eitt samanhangandi 10 km langt bústaðarøki. Mesti parturin av mat-, innbúgv – og klædnahandlunum í Eysturoynni eru í økinum eins og bankar, rúsdrekkasøla, posthús og mentanarhús umframt lívligt havnarlag við smábátahavn.
Glyvra kirkja er upprunaliga tekna av dananum Vilhelmi Nielsen, ið var prestur á Nesi 1917 til 1927, tá kirkjan eisini var vígd. Útbyggingina hevur J.P.Gregoriussen, arkitektur, staðið fyri og er hon eyðkend við rútmisku neystalíknandi tekjunum í ymiskum støddum. Kirkjan varð endurvígd í 1981.
Skálafjørðurin er longsti fjørður í landinum og landsins størsta natúrhavn, tí fjørðurin hevur gátt, so havaldan kemur ikki inn. Ein av heimsins størstu alifyritøkum, Bakkafrost, hevur høvuðssæti á Glyvrum. Stóru verksmiðjubygningarnir hýsa eitt av Føroya størstu arbeiðsplássum.
Hugnaliga bygdasavnið Forni liggur á Glyvrum. Um summarið er savnið opið fyri vitjandi.
Kelda: VisitRunavík
Lamba
Lamba er gomul, søgulig bóndabygd, fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum.
Húsini liggja spjødd framvið vegnum í smølum grønum dali, har Dalá smýgur sær gjøgnum bøin og út á sjógv.
Við sjóvarmálan standa neystini niðanfrá vestarumegin, meðan støðin liggur eystarumegin ánna. Á kajuni stendur stórur steinur, sum sigst at vera íbygdur og tí varð standandi, tá lendingin varð gjørd.
Lambavík er kend fyri at vera staðið, har danska barkin Norska Leyva rak á land nýggjárs-aftan í 1707. Koparplátur og ljóst barlastagrót sæst í sjónum, har hon sigst at vera farin. 100 mans vórðu bjargaðir av skipinum, harav ein teirra verður sagdur at hava yrkt kvæðið ”Norske Løve”. Skipsklokkan og modell av skipinum hongur í Havnar Kirkju.
Kelda: VisitRunavík
Lambareiði
Lambareiði er niðursetubygd frá 1878 og liggur náttúruvakurt í grønari líð nakað niðan frá sjónum. Fáu og spjaddu húsini, ið nú liggja fram við landsvegnum, geva eina fatan av, hvussu niðursetufólkini hava búleikast, meðan tey hava tikið tungu tøkini at skapa sær liviumstøður á gróðrargóðum stað.
Niðast á bakkanum er atløgubryggja og hagani gongur grasklæddi bakkavegurin gjøgnum velta bøin niðan til húsini.
Kelda: VisitRunavík
Søldarfjørður
Søldarfjørður er landnámsbygd, sum liggur í grønari líð undir brøttum fjøllum. Húsini liggja spjadd fram við sjóvarmálanum og nógv virksemi er á havnarlagnum.
Eins og aðrar bygdir í økinum hevur Søldarfjørður mist nógv til sjógvin og er minnisvarði reistur á staðnum. Har er eisini lítil viðarlund við spæliplássi, ið er nógv vitja av barnafamiljum og dagstovnum.
Søldarfjørður er eyðkend av stóru oljutangunum, sum bretska hersetingarvaldið bygdi á staðnum undir seinna veraldarbardaga. Trø vórðu sett niður at fríðka um í økinum og er viðarvøksturin yvirhøvur nógvur og stóru í Søldarfirði, tí har veksur væl og sólargangurin er góður.
Kelda: VisitRunavík
Skipanes
Skipanes er niðursetubygd frá 1839 og fyrstuferð við í fólkateljing sum Skipanes í 1845.
Sambært søgnini hevði Tróndur í Gøtu vetrarhavn inni við Skipanes.
Kelda: VisitRunavík
Skála
Húsini standa í fleiri røðum úr sjóvarmálanum og niðan slættan móti grønu líðini. Omanfyri standa høgu fjøllini, har stórar áir stoyta seg oman á slætt og út á sjógv. Friðarligt er í fjøruni, tí fjørðurin, sum ber navnið á bygdini, hevur gátt, so havaldan kemur ikki inn. Hetta er Føroya størsta náttúruhavn. Havnarlagið á Skála er væl útbygt og og er her landsins størsta skipasmiðja, sum bæði ger nýbygningar og umvælingar. Umframt smábátahavn hevur bygdin eisini stórt stadionøki.Kirkjan á Skála er teknað av H.C.W. Tórgarð, arkitekti, og vígd í 1940. Áðrenn tað gingu skálafólk út á Strendur í kirkju. Innan er kirkjan prýdd við litføgrum vindeygum og litaðum stavum, sum hevur íblástur úr Skúvoyar kirkju, ið er teknað av sama arkitekti. Uttan hevur kirkjuveggurin brettatekningar av stoypingini og tornur í hálvættirnar.
Við Prestá stóð kirkja í 1600-talinum, tá áin leyp ein sunnudag undir guðstænastu og tók kirkju og alt kirkjufólkið út á sjógv. Nú er áin miðdepil um vakurt fríøki við byrgingum, hyljum og ósasandi, har toftirnar av nógva virkseminum á staðnum síggjast í bønum.
Kelda: VisitRunavík
Skálafjørður
Bygdin liggur á slættanum undir høgu fjøllunum vestaru megin Fjarðará. Stóra áin rennur gjøgnum fleiri hyljar á veg gjøgnum djúpa dalin, sum skilir báðar teir stóru firðirnir í Eysturoynni. Hon tømist út í ósan innast í fjaðrabotninum, har stórur sandur er. Friðarligt er í sjónum, tí fjørðurin hevur gátt, so havaldan kemur ikki inn. Her er fiskiligt og nógvur vaðfuglur er at síggja.
Skálafjørður er og hevur verið vegamót fyri allari ferðslu til og úr oynni bæði norður- og suðureftir. Soleiðis var eisini í fyrndini, tí næst ánni, fjórðing inni í dalinum, er gamli tingstaðurin Stevnuválur og omanfyri vegin eystarumegin fjørðin eru Valaknúkar, har lógbrótarar vórðu stoyttir oman.
Skálafjørður er niðursetubygd, fjørðurin eitur eftir bygdini.
Kelda: VisitRunavík
Oyndarfjørður
Oyndarfjørður er ein av heilt gomlu bygdunum í Føroyum. Skrivligar keldur frá 1300 talinum vísa, at Oyndarfjørður var hampuliga stór bygd longu tá.
Fyrndarbygdin Oyndarfjørður er vøkur blanding av gomlum og nýggjum og hevur enn upprunadámin yvir sær. Hon liggur í breiðum dali millum høg fjøll, har Stórá rennur oman dalin og framvið kirkjuna, sum stendur niðri við ósan. Fleiri býlingar eru í bygdini, sum í síni tíð húsaði prósti, sýslumanni eins og fyrsta sjúkrahús í oyggjunum sigst at hava verið har.Hvítmálaða kirkjan stendur í gamla býlinginum Sjóvartúni dygst við sjógvin í tí sermerkta lýsinum, sum eyðkennir Oyndarfjørð. Hon er ein av teimum tíggju gomlu timburkirkjunum, sum enn standa uppi og er vígd í 1838. Bæði uttan og innan er hon ein byggilistarligur dýrgripur við eini greiðari kenslu av einfaldum vakurleika og samljóði. Altartalvan er eitt framúrskarandi listaverk eftir danska listamálaran C.W.Eckersberg. í fjøruni við kirkjuna er Líkhella, eins og í øðrum gomlum kirkjubygdum.
Náttúran her á leiðini er á mangan hátt sermerkt og landslagið kring fjørðin er stórfingið. Í fjøruni við bygdina standa Rinkusteinarnir, sum eru tveir stórir klettar, ið støðugt standa og riða. Søgnin sigur tað vera gandaði sjórænaraskip, dømd at standa og rinka um allar ævir. Inni í botninum á firðinum er Stórisandur, har hugaligt er at vitja summardagar. Her er eisini føroyska høvuðsstøðin hjá heimsins størstu alifyritøku, Marine Harvest.
Kirkjan í Oyndarfirði er ein av gomlu trækirkjunum, ið enn standa uppi í Føroyum. Hon er frá út 1838. Altartalvan í kirkjuni er málað av kenda danska listamálaranum C.W. Eckersberg (1783-1853).
Vegurin til Oyndarfjarðar er eyðmerkt sum Sóljuleið, sum er serstakliga vakur vegateinur.
Kelda: VisitRunavík
Funningsfjørður
Sera náttúruvakurt er í Funningsfirði, sum liggur í øðrum endanum av dalinum millum báðar teir stóru firðirnir í Eysturoynni. Bygdin er og hevur verið savningarstaður fyri ferðsluna í økinum og vegirnir til nærmastu bygdirnar eru eyðmerktir sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.
Bygdin sjálv liggur umgyrd av høgum fjøllum eystarumegin gomlu hvalvágina, heimanfyri har Skarðsá stoytir seg oman av Bláhamri og út á sjógv. Neystini standa tøtt heilt niðri í fjøruni og friðarligt er í sjónum, tí fjørðurin hevur gátt, so havaldan kemur ikki inn.
Gamla bygdin við flagtektu bóndahúsunum hjá niðursetufólkunum úr Elduvík liggur við sjógvin, meðan nýggjaru býlingarnir liggja nærri landsvegnum longur uppi í bønum.
Funningsfjørður er niðursetubygd av Elduvík.
Fyrstu húsini, ið vórðu bygd í Funningsfirði eru varveitt og standa niðri við fjøruna.
Kelda: VisitRunavík
Funningur
Náttúruvakra landnámsbygdin liggur umgyrd av høgum fjøllum við fótin av Slættaratindi, sum við sínum 880 metrum er Føroya hægsta fjall. Litføgru húsini standa tætt báðumegin Stórá niðri í grøna dalinum, vendandi eystur og vestur at horva undan ringu vesturættunum. Vakurt grótlaðaða Ovarabrúgv bindur gamla bygdalagið eystanfyri saman við nýggjaru sethúsunum vestaru megin ánna. Niðri á Hólma skilur áin kirkjuna frá kirkjugarðinum, áðrenn hon um ósan rennur út í fjørðin.
Funnings kirkja er fimta kirkja á Hólmanum. Kirkjan er eitt handverksligt meistaraverk frá 1847, ið er evna við listarligum tilviti bæði uttan og innan. Glógvandi litspælið í ellidæmda, ómálaða viðinum í væl skipaða kirkjurúminum gevur eina kenslu av lívgandi friðsælu. Í kirkjuni er ómálaður Kristusfigurur frá fyrstu kirkjuni, sum varð bygd umleið 1690.
Í forkirkjuni er gamal bonkur til kirkjugangskonur, ið er kona, sum fer í kirkju fyrstu ferð eftir barnsburð. Eisini er skelti, har prestur frábiður sær, at spýtt verður á gólvið.
Í Føroyinga søgu stendur at lesa, at landnám í Føroyum var í Funningi, og at staðurin fekk navn eftir hesum, tá ið land var funnið. Fyrsti maður at seta fótin á land var Grímur Kamban.
Kelda: VisitRunavík
Elduvík
Bygdin liggur við sjógvin fyri endan av longum, grønum dali, ið er umgyrdur av høgum og brøttum fjøllum. Djúpi dalurin sýnist mildur og blíður við Stórá makiliga rennandi eftir slættanum. Vestarumegin ánna er hugnaligi gamli býlingurin, har smáu húsini í bjørtum litum standa tøtt rundanum skúlan og kirkjuna. Eystarumegin er støðin, har neystini eru skipaði um lendingina eins og í einum rómverskjum amfiteatri. Hagani gongur gamla bygdagøtan gjøgnum líðina til Oyndarfjarðar, sum áður var kirkjubygd hjá elduvíkingum.
Kirkjan í Elduvík er tekna av H.C.W. Tórgarð, arkitekti, við gomlu føroysku trækirkjunum sum fyrimynd og varð vígd í 1951. Kirkjugarðurin varð tikin í brúk longu í 1926 at spara elduvíkingum knossið at bera líkini gjøgnum líðina fyri at fáa tey í vígda jørð í kirkjugarðinum í Oyndarfirði. Líkhellan stendur dygst við kirkjuvegin. Her søgdu tey, sum eftir vóru, líkinum farvæl áðrenn farið var í líðina.
Eystanfyri bygdina er gjógv við lending, har tað er serstakliga vakurt at kava. Nógvur krabbi er at síggja á botninum. Elduvík er av ringastu brimplássum, so ansast skal eftir havalduni, sum serliga á høgætt stórsligin kemur brestandi uttan úr havinum og ruddar alt, sum fyri er.
Elduvík er gomul bygd. Fyrstu ferð hon er nevnd, er í Hundabrævinum.
Bygdin verður nógv vitjað av ferðafólki. Har er sera vakurt og nógv at síggja.
Kelda: VisitRunavík