Gula smiðja

Ungdóms- og virkishús/mentanarpallur
Heiðavegur 46, Saltangará 600

Gula smiðja bjóðar skipað ungdómsvirksemi fyri ung úr 7.flokki, til og við 17 ára gomul og hýsir eisini regluliga almennum tiltøkum og livandi tónleiki. Smiðjan miðar ímóti at veita eitt fjølbroytt úrval av virksemi og tiltøkum; hon vendir sær serliga til tey ungu, men øll eru vælkomin til almennu tiltøkini. Gula smiðja er rúsfrí og virksemið er politiskt og átrúnaðarliga óheft.

Í løtuni er smiðjan opin fast fimm kvøld um vikuna: týskvøld-hóskvøld 18-22, fríggjakvøld 19-23 og leygarkvøld 19-01. Tað eru altíð minst tvey starvsfólk til arbeiðis (oftast trý í vikuskiftinum), sum saman við teimum ungu skipa ymiskt virksemi; okkurt er fastlagt frammanundan, men tað er eisini rúm fyri at finna uppá. Til ber at tekna seg sum lim í Gulu smiðju, tað kostar 500 krónur um árið, sum kann rindast við spjaldrinum. Limir fáa hettutroyggju og ókeypis atgongd til ymisk tilboð, men tað er ikki krav at vera limur, fyri at ganga í Gulu smiðju. Nærri lýsing av virkseminum er annars at finna í dagligum uppsløgum á instagramvanganum ella  Facebookvanganum hjá Gulu smiðju - har verður eisini lýst við almennum tiltøkum fyri allar aldursbólkar, uttan fyri vanligu upplatingartíðirnar.

Tóta Árnadóttir er leiðari í Gulu smiðju (byrjaði í januar 2024).
Gula smiðja hevur tlf.: 237085 og
Teldubústaðin gulasmidja@runavik.fo