Posarnir frá IRF
Runavíkar kommuna rindar 1105 kr pr. íbúgva fyri ruskinnsavnan, burturbeining og posar. IRF letur posar til eitt ársbrúk fyri eitt húski við 1-5 fólkum.
IRF heintar bert posar frá IRF, og heintar tí ikki svartar sekkir.
Stórt húski
Eru fleiri enn 5 fólk í húskinum og tørvur er á fleiri posum, kanst tú seta teg í samband við kommununa, sum so boðar IRF frá.
Aðrar umstøður sum t.d. sjúka kann eisini gera tað neyðugt at fáa tveir posar heintaðar um vikuna. Set teg í samband við kommununa um hetta.
Reyði posin
Reyði posi er til serliga dálkandi burturkast og smærri elektronikk.
Heilivágur og sproytur skulu latast apotekum ella heimasjúkrasystrum.
Akkumulatorar og oljudunkar skulu latast inn á ruskplássini.
Heintan av reyða posa
Tá ið tú vilt lata reyða posa til IRF, skalt tú seta hann saman við gráa posa tann dagin, hesin verður heintaður. Bind um reyða posan, so at onki fer úr.
Tú fært ein nýggjan reyðan posa í staðin.
Boða IRF frá um tær manglar reyða posan.
Reglugerð fyri reyða posa
- Bind um reyða posan, tá ið hann er fullur og skal avheintast, so at onki fer út.
- Tryggja tær, at íløtini eru tøtt
- Tryggja tær at posin stendur væl, so at onki brotnar í posanum.
- Lat lút verða í upprunaílatinum.
- Um tú hevur koyrt kemikaliu í eitt annað ílat, skriva so á hvat er í.
Hetta kann fara í reyða posa
Á posanum stendur hvat kann fara í, og tað eru hesi niðanfyri:
Battarí
Øll sløg av battaríum t.d. eisini frá fartelefon, borimaskinu og onnur løðibattarí
Goym hesi í einari krukku við loki á. Koyr krukkuna í reyða posa.
Perur
Pakka perurnar væl inn. Halogenperur, láorkuperurm ljósrør og kyksilvurlampur/-perur og aðrar kunnu í reyða posa.
Amboð og leikur
Smærri el-drivin ella battarídrivin amboð, telefonir ella leikur.
Máling
Allar leivdir av máling, lakki, træverju, lími og líknandi
Loysingarevni
Allar leivdir av terpentini, spritti, bensini og tynnarum av øllum slag
Sýra og lútur
Leivdir av edikasýru, saltsýru, kaustiskari sodu og tílíkum
Oyðingarevni
Leivdir av plantueitri, flogkyktaeitri, rottueitri og líknandi
Ymisk vandaevni
Spraydósir, hárspray, klorin, neglalakkloysari, reinsiveskur, salmiakk og líknandi
Hvíti posin
Hvíti posin er til endurnýtslu av pappíri og pappið.
Sum nakað nýtt kann bleytt plast eisini í. Bleyta plastið skal tó í ein plastposa fyri seg, og so í hvíta posa.
Heintan av hvíta posa
Tá ið tú vilt lata hvíta posan inn, skalt tú seta hann saman við gráa posa tann dagin, hesin verður heintaður. Bind um hvíta posan, tá ið hann skal avheintast, so at onki fýkur úr.
Eisini ber til at fáa sær eitt stativ til hvíta posa við síðurnar av stativnum til gráa posa.
Bleytt plast og hvíti posi?
Samlar tú bleytt reint plast í ein kláran posa og knýtir knút á ella bindur fyri, tá ið hann er fullur og skal avheintast, so kanst tú leggja posan í hvíta posa fra IRF.
Tað er sera umráðandi, at bleyta plastið er í einum posa fyri seg, og at bundið ella knýtt verður um.
Bleyta plasti skal ikki blandast saman við pappírið og pappið.
Hetta kann í hvíta posa
- Alt reint papp og pappír
- Smáeskjur t.d. frá heilivági og smyrsli
- Tíðarrit og prentað bløð
- Lýsingar (tak plastposan av fyrst)
- Brævbjálvar (við og uttan rút)
- Skógvaeskju
- Papprullur (eisini vesirullur og køksrullur)
- Bøkur
- Gávupappír
- Eisini pappír/papp við smáum jarnklipsum, klistur og tílíkt
- Nýtt: Posi við bleytum plastið í, har knýtt er um ella bundið fyri posan
Hetta skal ikki í hvíta posa
- Eggjabakkar
- Skitið pappír/eskjur
- Pappír við mátleivdum á
- Papp við nógvari máling
- Djús- og mjólkarpakkar
- Persónlig skriv og myndir
Grái posin
Grái posin er til dagliga húsarhaldsruskið at brenna.
Heintan av gráa posa
Hava gráa posa úti í stativi. Grái posin verður tikin einaferð um vikuna.
Sí her, nær IRF heintar posan í tíni bygd
Er grái posi oftani ov fullur, kanst tú royna teg við at skilja t.d. papp, pappír, elektronikkur, matleivdir, plast, matblikk og serligt dálkandi burturkast frá.
Reglugerð frá IRF fyri gráa posa
- Hav posan í stativi – so at fuglur/ketta/rotta ikki kemur at
- Hav stativið sjónligt og hægst 20 m frá atkomuvegi
- Hav trygga og ljósa gonguleið til stativið
- Posin má hægst viga 20 kg fullur (upp til strikuna)
- Lat onki hvast ella spískt í
Lat stativini standa saman, har fleiri íbúðir eru á somu ogn