Fólkatalið
Í Runavíkar Kommunu eru 15 bygdir. Pr. 1. mai 2024 var fólkatalið 4.400.
| Bygd | Fólkatal |
| Saltangará | 1.185 |
| Runavík | 583 |
| Glyvrar | 488 |
| Rituvík | 342 |
| Æðuvík | 94 |
| Lambareiði | 11 |
| Lamba | 150 |
| Søldarfjørður | 356 |
| Skipanes | 52 |
| Skálafjørður | 137 |
| Skála | 774 |
| Oyndarfjørður | 120 |
| Funningsfjørður | 48 |
| Funningur | 46 |
| Elduvík | 14 |
| Tilsamans | 4.400 |
Hagstova Føroya hevur gjørt Runavíkar kommunu eitt sonevnt Hagvarp.
Hagvarpið sæst við at trýsta á hesa leinkjuna Hagvarpið fyri Runavíkar kommunu
Í Hagvarpinum verða ymisk dagførd lyklatøl fyri Runavíkar kommunu, so sum fólkatal, til- og fráflyting, burðaravlop, arbeiðsloysi, lønargjaldingar, løntakarar og tal av skúlanæmingum, innlisin úr skipanum hjá Hagstovuni.
Hapvarpið gevur eitt gott innlit í samfelagsgongdina á ymiskum økjum og kann t.d. nýtast í kunningar- og undirvísingarhøpi.