Vallistar til løgtingsvalið 26. mars 2026
Gjørt verður kunnugt, at vallistarnir til løgtingsvalið, ið verður 26. mars 2026, liggja frammi til alment eftirlit í móttøkuni í býráðshúsinum frá 04. mars til 13. mars í vanligari avgreiðslutíð.
Opið er soleiðis:
Mánadag – hósdag
09:00 – 16:00
Fríggjadag
09:00 – 15:00
Runavíkar kommuna
BRÆVATKVØÐUR til Løgtingsvalið 26. mars 2026
Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 25. mars 2026.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 25. mars 2026 kl. 12.00.
Runavíkar kommuna
VALKORT
Valkort eru send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi mikudagin 25. Mars 2026 á tlf. 417000.
Runavíkar kommuna