MAMMUSKEPILSIÐ

02. mars 2026

Almenn sýning í Løkshøll 4. mars kl. 19.00

Vit eru so heppin at hava fingið høvi at vísa Geytavirðislønta filmin 'Mammuskepilsið', og harumframt gera eina stutta samrøðu við leikstjóran Mariu Guldbrandsø Tórgarð eftir filmssýningina.

Eisini fer Gunnvá Zachariassen at lesa úr yrkingasavninum 'Leitanin eftir at vera', sum Katarina Nolsøe, mamma Mariu, hevur skrivað, og sum er ein týðandi partur av filminum.

Á árliga filmsvirðislønartiltakinum leygarkvøldið var 'Mammuskepilsið' tann stóri vinnarin av bæði Geytavirðislønini, sum ein dómsnevnd hevði valt, og Áskoðaravirðislønini, har hyggararnir í salinum metti um og valdi besta filmin.

“Mammuskepilsið” er ein sera persónlig søga hjá Mariu og snýr seg um tað at vera barn hjá einum sálarsjúkum foreldri. Í filminum kemur hyggjarin heilt tætt at sambandinum millum Mariu, pápan og mammuna, sum fekk staðfest skisofreni, tá Maria var níggju ára gomul. Eitt av endamálunum við filminum sigur Maria er, at onnur, sum hava sálarsjúku tætt at sær, ikki kenna seg einsamøll. Hennara vón er, at vit fara práta meira opið um sálarsjúkur. Eisini tær meira ræðandi sálarsjúkurnar so sum skisofreni.

Tiltakið varir ein tíma og til ber at keypa atgongumerki á loksholl.fo og við dyrnar.

Seinastu tíðindi

02. mars 2026
MAMMUSKEPILSIÐ
26. februar 2026
Svimji­høllin Bylgjan steingir frá 2. mars til og við 6. mars vegna arbeiði í høllini
25. februar 2026
Prima Facie í Gulu smiðju
24. februar 2026
Thomas Espedal og Jóanes Nielsen.