Undirshow - EYKA
10. apríl 2026
Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, verður møguleiki at vitja í Eysturoyartunlinum.
Tá tunnilin lat upp í 2020 var undantaksstøða í landinum, og vegna Korona bar ikki til at bjóða til nakað alment tiltak, har fólk sluppu at vitja hølini í tunlinum. Hetta verður nú møguligt 24. apríl. Bussar fara at koyra úr Runavík niður í tunnilin, har farið verður inn í pumpubrunnin Eysturoyarmegin. Umframt at sleppa at hyggja at rúminum, verður forkunnug framførsla við Herfinni Árnafjall, operasangara. Hans Petur í Brekkunum spælir saxofon.
Tað er avmarkað atgongd. - Atgongumerkir fáast her
GG. Bussarnir koyra frá parkeringsplássinum við Faroe Origin, Gulasteinsvegur 1, Saltangará, har til ber at parkera sín bil.
Seinastu tíðindi
10. apríl 2026
Tóri virkandi borgarstjóri
10. apríl 2026
Undirshow - EYKA
05. apríl 2026
Gleðiligar páskir
30. mars 2026
Broytingar í innsavningini