Svimjihøllin Bylgjan steingir frá 2. mars til og við 6. mars vegna arbeiði í høllini
26. februar 2026
Frá mánadegnum 2. mars kl. 8.30 til og við fríggjdagin 6. mars verður Svimjihøllin Bylgjan stongd.
Hesar dagar verða smærri broytingar, betringar og umvælingar gjørdar í svimjihøllini, millum annað við heittvatnsveitingini.
Svimjihøllin letur uppaftur leygardagin hin 7. mars kl. 07.00.
Mánaðarkort vera longd sjálvvirkandi hesar dagar.
Eru spurningar, ber til at venda sær til Sonyu Pratt, leiðara á Ítróttardeplinum í Runavík, tlf. 237046.
Seinastu tíðindi
15. september 2026
Heimsstjørna og Føroya Symfoniorkestur í Løkshøll
15. september 2026
Kunning frá Landsverk
14. september 2026
Kvøldskúlaskráin í Runavíkar kommunu er klár
11. september 2026
Grundøki eystan fyri Líknargøtu í Saltangará til sølu