Lív, endurnýggjan, trúfesti og vón
Røða sum Jóngerð Guttesen flutti fram við grækarismessuhaldið í Runavík
Góðu runavíkingar og øll tit sum eru møtt her í dag.
Í føroyskum siðaarvi eru dagar, sum bera meira í sær enn bert eina dagfesting í álmanakkanum. Grækarismessa er ein slíkur dagur.
Tónarnir frá Nes sóknar hornorkestri seta sín trúfasta dám á. Tey spæla okkum inn í hátíðarliga huglagið – og minna okkum á, at Grækarismessa er meira enn ein dagur í árinum. - Hann er ein siður. Ein kensla. Ein felagsskapur.
Og skótarnir, sum ganga skrúðgongu. Virðiligir, við merkinum fremst, minna teir okkum á felagsskap, ábyrgd og tænastu fyri samfelagið.
At skótarnir ganga skrúðgongu, og at hornorkestrið spælir, er tí ikki bara ein siðvenja. Tað er í grundini eisini ein áminning um, at samfelagið verður borið fram av fólki, sum taka lut og taka ábyrgd.
Gamlar søgur siga, at um tað er stilli og klárt á grækarismessu, so ber tað boð um, at tað verður eitt gott summar. Er tað grátt og kalt mugu vit brynja okkum við toli. Tað hendir meir enn so, at veturin ikki sleppur takinum beinanvegin, men kortini vita vit, at ljósari tíðir eru fyri framman.
Hettar er ikki bara ein dagur, har vit spáa um summarið. Dagurin er eitt tekin um lív. Um rørslu. Um, at tað, sum lá dult undir frostbitnari mold, byrjar at spíra aftur.
Á grækarismessu vendir tjaldrið heim til Føroyar.
Vit kenna øll hesa kensluna. Tá vit hoyra tjaldrið, vita vit, at nakað er broytt. Hóast kuldin framvegis kann sita í luftini.
Tá vit vóru børn, var tað ikki veðrið, vit fyrst og fremst hugsaðu um tann 12. mars. Nei, vit lurtaðu eftir tí fyrsta eyðkenda klippinum frá tjaldrinum.
Eg minnist eisini, hvussu vit kappaðust um at telja tjøldur, tá tey komu aftur. Hvør hevði sæð flest? Hvør hevði sæð tað fyrsta?
Tað er nakað serligt í hesum, tí grækarismessa snýr seg ikki bara um fuglin - men um tað, hann umboðar. Um lív. Um endurnýggjan. Um trúfesti. Og um vón.
Eg eri uppvaksin í Fuglafirði og búgvi í dag Inni á Gøtu, í Hoyvík. Tá eg kagi út gjøgnum køksvindeygað, síggi eg inn á Skálafjørðin. Hóast eg ikki búgvi her í Runavík, so er fjørðurin kortini ein partur av mínum gerandisdegi og av tí landslagi, eg hyggi út yvir hvønn dag.
Men fjørðurin er ikki bara ein partur av mínum útsýni – hann er eisini ein partur av mínum arbeiðslívi, sum dagligur leiðari í eldrasamstarvinum, Roðanum.
Tí fari eg í dag at seta orð á tað, sum liggur mær nær: Virðið av teimum eldru, lívsroyndirnar tey bera við sær – og ábyrgdina vit hava at tryggja, at tað er gott og virðiligt at eldast í okkara samfelag.
Í Roðanum møti eg starvsfólkum, borgarum og samstarvsfeløgum. Vit arbeiða við einari av teimum mest týdningarmiklu uppgávunum, sum eitt samfelag hevur: At skapa góð og virðilig kor fyri tey eldru.
Í kvøld verður ein dokumentarur sendur í KVF við heitinum “Tá røktin ikki røkkur.” Hann setur fokus á tær avbjóðingar, sum nógvar kommunur standa við í hesum døgum – at vit gerast fleiri eldri, og at uppgávurnar á eldraøkinum verða bæði størri og meira krevjandi. Samstundis vita vit, at tað ikki altíð er lætt at fáa tey starvsfólk, sum skulu til, fyri at lyfta uppgávuna.
Tað er ein sannroynd, at samfelagið støðugt broytist. Vit liva longri enn áður. Tað, í sær sjálvum, má sigast verða eitt framstig. Men tað merkir eisini, at talið av eldri borgarum veksur – og at tørvurin á góðum og haldgóðum tænastum til tey eldru veksur samsvarandi.
Eg síggi hvønn dag tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt á eldraøkinum. Starvsfólk, sum vísa umsorgan og fakligan stoltleika. Avvarðandi, sum standa trúføst undir liðini á sínum kæru. Og eldri borgarar sum, hóast lívið hevur givið teimum bæði gleði og mótburð, framvegis bera við sær vitan og lívssøgu, sum eru gull verd.
Tá fólkatalið broytist, broytist samfelagið. Og tá samfelagið broytist, mugu vit eisini tora at menna okkara skipanir. Tað snýr seg ikki bara um tøl og framskrivingar, men fyrst og fremst um menniskju – um virðing, frælsi, um lívsgóðsku og um at hoyra til.
Hesi eldru, sum vit eru um, eru menniskju, sum hava livað eitt lív júst her. Tey hava staðið á dekkinum í vindi og kulda. Tey hava arbeitt á flakavirkjum, í handli, í skúlum, á skrivstovum og í heimum. Tey hava bygt heim, borið ábyrgd og lagt lunnar undir nógv av tí, sum vit njóta gott av í dag.
Tí eigur eldraøkið ikki bert at vera mett sum ein útreiðslupostur, men sum ein týðandi partur av okkara samfelagsbygnaði og av okkara felags ábyrgd.
Í hesum døgum verður tosað so nógv um haldføri. Bæði í búskapi, náttúru og umhvørvi. Tað hevur sanniliga eisini stóran týdning. Men haldføri snýr seg eisini um okkara vælferðarsamfelag. Um hvussu vit byggja eitt samfelag, sum er haldført - eitt samfelag, sum megnar at bera øll ættarlið, og sum ikki bara hugsar um dagin í dag, men eisini um framtíðina.
Sannleikin er einfaldur: Um vit ikki hugsa framtíð í dag, so kemur rokningin seinni. Og tá verður hon størri – bæði menniskjaliga og fíggjarliga.
Tí er tað eisini ein av okkara týdningarmestu uppgávum, at sameina menniskjaliga umsorgan og búskaparliga ábyrgd. Tað eru ikki tvær ymiskar uppgávur. Tað er sama ábyrgd.
At skapa greiða kós, fakligan tryggleika og góð arbeiðskor er ein fortreyt fyri, at vit kunnu veita tænastur við dygd og virðing, og samstundis tryggja, at tær eru haldførar.
Fyri at siga tað heilt einfalt, so krevur tað bæði hjarta og skynsemi í hvussu vit brúka okkara tilfeingi.
Tí eingin haldfør loysn verður skapt uttan menniskjaligt innlit.
Tað er júst í hesi javnvágini, at eitt gott samfelag tekur skap.
Kanska er tað júst hetta, sum grækarismessa eisini kann minna okkum á.
Tí í dag fegnast vit ikki bara um, at ljósið vendir aftur. Vit verða eisini mint á, at sjálvt lívið hevur sínar árstíðir. At lívið flytir seg frá einari tíð til aðra – frá barnaárum og ungdómi til vaksna lívið og víðari til ellisárini.
Og júst í teimum seinnu árunum liggur ein stórur partur av okkara felags søgu. Tey sum hava arbeitt, bygt heim, uppalt familjur og lagt lunnar undir nógv av tí, sum vit í dag taka sum eina sjálvfylgju.
Tí er tað eisini ein styrki í einum samfelag, at tað megnar at virða og fevna um øll ættarlið – eisini tey, sum hava gingið undan okkum.
Her við Skálafjørðin hava kommunurnar valt at taka hesa ábyrgd í álvara. Tær hava dirvi at ganga nýggjar leiðir, hugsa í einum longri perspektivi enn til næsta fíggjarár og gera íløgur í dygd og førleikar. Tær hava valt at raðfesta tænasturnar til tey eldru og menningina av eldraøkinum.
Tað er ein týdningarmikil avgerð, og ein raðfesting, sum vit hava alla orsøk at vera takksom fyri. Tí eitt samfelag vísir sína veruligu styrki í, hvussu tað tekur sær av teimum, sum hava lagt lunnar undir tað, vit liva í í dag.
Lat tjaldrið bera okkum vón – og lat ljósari tíðir geva okkum nýggja orku at bera samfelagið víðari.
Eg ynski tykkum øllum eina góða grækarismessu
Takk fyri.
Seinastu tíðindi