Grækarismessuhald í Runavík
06. mars 2026
Fyrstu klippini frá várgestum okkara, tjøldrunum, bera av sonnum boð um at várið og ljósari tíðir eru í nánd. Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík, saman við skótunum, fyri grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík hósdagin 12. mars kl. 17.00.
Dagurin er ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu. Jóngerð Guttesen flytur fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Tiltakið varir á leið ein tíma. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Seinastu tíðindi
17. apríl 2026
Runavíkar havn 2025
17. apríl 2026
Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtyktini og Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu
14. apríl 2026
Tórshavnar Manskór konsert í Skála kirkju
14. apríl 2026
Vár- og summarskeið í kvøldskúlanum