Prima Facie í Gulu smiðju

25. februar 2026

Sunnudagin 1. mars kl. 18.00 framførir det Ferösche Compagnie nógv rósta leikin Prima Facie í Gulu smiðju. Hetta er í sambandi við femifagnaðarvikuna, har tey eru á leikferð kring landið við sterka leikinum.


Prima Facie er skrivaður av avstralsku Suzie Miller.

Leikurin er eitt intenst courtroom drama, og er spældur á leikhúsum kring knøttin, har hann hevur vunnið hópin av virðislønum, m.a. fyri besta handrit.
Vit fylgja sakførarunum Tessu Ensler, sum hevur bart seg upp á ovastu rók sum ein sera dugnaligur ákæri. Hon kennir lógarspælið og vinnur næstan hvørt mál.
Tessa dugir at navigera í eini verð, har tempoið er høgt, nógv er uppá spæl, og bara tey dugnaligastu yvirliva.
Men tá ið hon sjálv er fyri eini ógvusligari hending og situr hinumegin borðið, merkir hon á egnum kroppi, hvussu rættarskipanin ikki tænir øllum líka.
Leikurin viðgerð evni sum neyðtøku, samtykki, próvbyrðu og setur spurnartekin við, um okkara rættarskipan verjir øll líka.


Umframt at bjóða áskoðarunum eina sterka listaliga uppliving, vónar leikbólkurin at birta undir samtalu og eftirhugsan um okkara felags ábyrgd hesum viðvíkjandi.

Leikurin varar 1 tíma og 30 min

Á pallinum eru: Kristina Sørensen Ougaard, Dánjal á
Neystabø og Anny Leo Thorsen
Leikstjórn: Matthew Richardson
Tónasmiður: Dánjal á Neystabø
Scenografi og búnar: Sámal Blak
Týðing: Beinir Bergsson
Myndir: Gwanaël Akira Helmsdal Carré


Atgongumerki á 200 kr fáast HER og við dyrnar

Leikurin spældi í Perluni í Havn og fekk sera jalig ummæli.
Sí brot úr ummælum her:
"Nú havi eg verið til Prima Facie hjá DFC og viðmæli øllum inniliga at fara til leikin sum skjótast… Prima Facie er eitt framúr relevant og væl framborið samtíðarlistaverk við plássi fyri teimum týdningarmiklu nuansunum og fyri eini hóming av ljósi í myrkrinum." - Kinna Poulsen Listaportal 14.sep. 2025

"Det Ferösche Compagnie hevur enn einaferð skapt eina ágangandi og viðkomandi pallseting av einum einari
sterkari søgu við einum neyðugum boðskapi, og eg kann harðliga viðmæla øllum at fara oman í Perluna at uppliva
hana". - Dánjal Hoydal, Dimmalætting 14.sep. 2025

"Prima Facie var ein hugtakandi out of this world tour de force hjá Kristinu Sørensen Ougaard… Kropsliga nærveran og framburðurin hugtók meg, so eg varð málleysur". - Birgir Kruse, Birkblog 24.sep 2025

Seinastu tíðindi

25. februar 2026
Prima Facie í Gulu smiðju
24. februar 2026
Thomas Espedal og Jóanes Nielsen.
23. februar 2026
Vatnveitingin í Lamba
18. februar 2026
Fastalávintshald fyri smá og eldri