Ein bygd í bygdini – kunngerð av vinnara av verkætlanarkappingini
Um- og útbygging av Glyvra skúli og nýggjan musikkskúla
Røða hjá Sigrid J. Dalsgaard, verkætlanarleiðara í samband við kunngerð av vinnara av verkætlanarkapping
Eg standi her, tí at eg eri verkætlanarleiðari fyri byggiskránni og verkætlanarkappingini fyri Glyvra skúla og musikkskúlan.
Tað hevur verið ein serstakliga góð tilgongd, har vit í felag hava lagt lunnarnar undir okkara komandi risa bygningsverk.
Ein bygningur, sum rúmar fleiri skúlum og bjóðar okkum øllum innar.
Allir skúlarnir í Runavíkar kommunu eru okkara fólkaogn. Frá barnsbeinið, seinni sum foreldur, starvsfólk, íðkandi ella tá vit nema okkum mentan á kvøldskúlanum ella í musikkskúlanum.
Okkara kommunalu skúlar
Fyri okkum, sum eru fødd í 70’unum, møttu vit fyrstu ferð kommununi, tá vit fóru í skúla, í okkara kommunala skúla.
Um vit 70’ara børn byrjaðu í Søldarfirði ella í Rituvík, so møttust vit í Glyvra skúla. Fyrstu tveir skúlarnir hava nú eitt annað endamál, og møta børnum okkara, áðrenn tey fara í skúla ella aftaná skúlatíð, og er hetta einastandandi, at ein bygningur áhaldandi kann fáa nýtt lív.
Frá Glyvra skúla fóru vit víðari til Runavíkar skúla. Tað var eitt heilt kultursjokk. Frá at vera barn í Glyvra skúla, sparka fótbólt, hoppa band, lastik og spælt stikbólt, komu vit út í Runavíkar skúla. Vit opnaðu reyðu timburhurðina, og gingu gjøgnum tokuna. Royktokuna, tí inngongdin til skúlan var roykirúm hjá lærarum og næmingum.
Nú var einki spæl í fríkorterinum, nú var at roykja og spæla kort. Eg saknaði rørslunar og gleðina í spælinum.
Hesin skúlin er javnaður við jørðina, tilfarið var líka vánaligt, sum hugsjónin var stokkut.
Í 2008 lat skúlin við Løkin dyrnar upp og roynist hesum okkum væl. At hann so skjótt gjørdist ov lítil, kom óvart á okkum øll. Í 2021 byrjaði tilgongdin at greina, hvat vilja vit ? Byggja út á Glyvrum ella í Runavík ?
Byggiskrá í vøkstri
Petur Hansen, mentanarformaður, Durita P. Joensen, skúlastjóri og Sølvi Reinert Hansen, tá mentanarleiðari stóðu á odda fyri hesum. Niðurstøðan gjørdist, at skúlin á Glyvrum skuldi byggjast út til at rúma forskúla og fyrsta-sætta flokk.
Um heysti 2024 fekk eg uppgávuna, at standa fyri byggiskránni til Glyvra skúla. Hendan byggiskráin vaks skjótt, hon vaks til at fevna um frítíðarskúlan, eina hondbóltshøll
og ídnaðarkøk, sum kann veita til allar dagstovnar og skúlar í kommununi.
Og Musikkskúli í Fjósinum legðist eisini afturat.
Hartil fara vit frá at hava 2 flokkar pr árgang til tríggjar, og spáin er longu nú, at onkrir árgangir vera 4 flokkar
Meðan ein kommuna ikki ríður sama dag, sum hon saðlar, sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Petur Hansen, mentanarformaður hava umrøtt í samband við at byggiverkætlanir eru drúgvar, so liggja vit ikki sjóvarfallið av okkum her í kommununi.
Hendan kommunan vil teir bestu karmar fyri sínar borgarar. Byggiverkætlanin á Glyvrum er enn ein varði til hesa hugsjón, enn eitt risa bygningsverk.
Og tað er júst hetta, sum gerst munurin millum okkara kommunu og onkrar aðrar kommunur.
Dirvi, dirvi til at fara undir stórar verkætlanir, taka stórar avgerðir og ganga undan.
Okkara býarverkfrøðingur
Eg er glað um at starvast á teknisku deild hjá Runavíkar kommunu. Nógvar kommunur mugu endurlýsa umsókn eftir tekniskum leiðara, ella er stutt millum hesar lýsingar og mann hugsar, tá mann skrollar á portalunum, hava tey ikki akkurát søkt eftir einum tekniskum leiðara ?
Vit hava eisini verið í hesi støðu. Eg byrjaði her í 2012. Eg havi havt 4 tekniskar leiðarar og eitt ár uttan nakran leiðara. Bert ein teirra hevur valt at vera her í meir enn trý ár! Hetta er ein Urias-postur.
Ein Urias-postur, har tað órættvíst kann bróta um bæði borð. Men við teimum býráðslimum, sum hava stórar hugsjónir og síggja framm um sítt fýra ára skeið, - sum síggja hvør hendan kommunan skal vera í framtíðini, hevur borið til at byggja og leggja framtíðina til rættis.
Tekniskur leiðari ella heldur nevnd býarverkfrøðingur, nú vit leingi hava verið nóg stór, til at kallað okkum ein bý. Vit hava ein einastandandi dugnaligan býarverkfrøðing, og tað hevur neyvan nakrantíð verið bygt so nógv, so skjótt, sum hesi seks árini, sum Marita Hentze hevur verið býarverkfrøðingur okkara.
Eitt stórt herðaklapp til Maritu.
Vitan og íblástur
Í 2015 vann Runavíkar kommuna, at umboða Føroyar í Nordic Built Cities kappingini, við verkætlanini um hvussu vit byggja burðardygt í brattlendi. Vit fóru út í verðina, og vit bjóðaðu verðini inn til okkum. Vit nomu okkum nýggja vitan í Stokkholm, Keypmannahavn, Reykjavík og Helsinki. Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri og eg løgdu fram í týska býnum Bonn, á ráðstevnu um mótstøðuførar býir, áðrenn vit sendu verkætlanina so langt út í heim, at hon bleiv víst fram bæði í Mexico og Marrachech.
Til okkum fingu vit dómara frá Jan Gehl arkitektastovuni. Jan Gehl er heimskendur arkitektur, og hansara verk, er at broyta býir til at aftur vera fyri fólkið. Hansara hugsjón er um lívið millum húsini. Og hendan hugsjónin sæst eisini aftur í okkara byggiskrá til Glyvra skúla.
Vitan og hugsunarháttur frá Nordic Built Cities kappingini, hava vit brúkt í Høgaleiti – har vera nú 60 sethús + 150 íbúðir. Áðrenn vísti býarplanurin, at tað var pláss fyri 48 sethúsum. Vit hava brúkt hesar royndir at menna okkara bý- og bygdamynd, frá fjall til fjøru. Vit vaksa og vit hava tørv á størri skúla.
Vit byggja ein felags varði
Býráðið settur yvirskipaðu kósina og síðani hava vit saman við byggiharraráðgeva frá Ráð, arkitektum frá Cubo, leiðslu og brúkara-umboðum fyri komandi kørmum orða tað, sum skal vera okkara framtíð, okkara byggiskrá.
At liva tað er at læra – Er fyrsti setningur, sum møtir næmingum, tá teir koma til skúlan við Løkin. Hetta er grundleggjandi fyri okkum menniskju, vit vilja byggja okkara vitan alt lívið. Og sum kommuna, byggja vit vegna okkum øll, nú og eisini 70 ár fram í tíðina.
Í 1950’unum bleiv Glyvra skúli tikin í nýtslu, og nú 70 ár seinni, stendur hesin varði enn. Tær fimm verkætlanir, sum vit hava móttikið, eru allar virðiligar og góðar loysnir. Tær kundu allar staðið har í 70 ár, men ein teirra stendur framúr og verður okkara felags varði.
Vit varveita ein varða
Men hví vilja vit lata vit ein gamlan varða standa, sum Glyvra skúli ?
Í tilfarinum frá 2021 var umrøtt møguleikin, at seta bulldosaran á Glyvra skúla. Heimustovufjósið er næstan ein toft. Hví ikki bara byrja av nýggjum ?
At byrja av nýggjum er gjørt nógva staðni í bygd og bý um allan heimin, men tá vit eru turistar ganga vit í gomlu býarpørtunum. Her er sálin, samleikin og søgan. Her er bygt í eini stødd og skala, sum vit kenna okkum væl í.
Tað hevur einaferð verið ætlanin, at bulldosa allar bygningar úti á gamla Reyni í Havn, har sum løgmaður og alt okkara landsstýrið húsast í dag.
Bulldoza Reyni og gera risa domicil í staðin. Nakrir bygningar blivu bulldozaðir og ístaðin eru bygningar bygdir, sum hava so lítlan samleika, at neyðugt var á mála neystaskjøldur á teir. Hendan vandalisman bleiv tíbetur steðga og vit kunnu ganga millum somu húsini, á somu slóðum, sum tey gingu fyri 150 árum síðani. Har er søga og samleiki, har er sál.
Vit varveita bygningar, og geva teimum nýtt lív og innihald. Tí hava vit varveit Gulu Smiðju og umvælt gamlar skúlabygningar um alla kommununa. Og tí varveita vit Glyvra skúla og Heimistovufjósið, soleiðis at vit kenna hesar varðar, tá vit ganga eftir Glyvravegi.
Frá 2.400 til 9.500 m2
Hvussu skulu nýggju bygningarnir á Glyvrum bjóða tær inn ? Hvussu og hví, fær tú hug at ganga nærhendis einum stórum bygningi og hvat dregur teg inn:
Hevur tú nakrantíð gingið túr rundan um SMS ella Posthúsið á Óðinshædd? Nei, tað er gjørt til bilar og so kemur tú inn at ganga. SMS og Posthúsið fylla tvífalt so nógvar fermetrar, sum allir bygningar á Reyni. Men á Reyni kunnu vit ganga leingi.
Vit vaksa, skúlin á Glyvrum veksur frá 2.400 m2 til umleið 9.500 fermetrar. Hetta er ein bygd í bygdini.
Ein bygd í bygdini
Hesa avbjóðing av hava vit sett arkitektunum, eina bygd í bygdini. Ein risa bygningsmassa, sum hóast sína stødd ikki er áfallin og sum bjóðar okkum innar.
Inni ganga vit ikki í skóm, men næmingar skulu kunna fara skjótt út í fríkorter. Enn ein høvuðbryggj, sum vit settu arkitektunum.
Ein aula, sum kann rúma yvir 500 fólkum. Tí vit leggja dent á morgunsang og tá yngru børnini syngja við síni lívsgleði, fáa tey eldru børnini við í kórið. Men hóast aula’in er stór, so skal hon eisini følast fjálg. Enn ein gáta til arkitektarnar at loysa.
Tá tú gongur úti í bygdini, um Glyvra skúla og Heimistovufjósið, spælir náttúran við, tú merkir árstíðirnar og arkitektarnir hava skapt skjól og spennandi útirúm. Børnini skulu vera á hesum matrikli hvønn skúladag í 7 ár, vit seta høg mál til at áhaldandi stimbra forvitni og hugflogi hjá barninum.
Ein bygd í bygdini, bæði innan og uttan.
Hví gera vit eina kapping um eitt bygningsverk ?
Tá vit nú hava byggiskránna, kundu vit biðið onkran tekna okkum júst tað, sum vit sjálvi duga at ímynda okkum. Men tað er í kappingini, at arkitekturin fær fríar teymar til at umseta byggiskránna til eitt bygningsverk, við sínum dugnaskapi og hugflogið, at vísa okkum framtíðina.
Vit hava móttikið fimm sera ymiskar tulkingar av byggiskránni.
Vit eru eyðmjúk og glað um hesar fimm verkætlanir frá BBP, Henning Larsen NA, MAP, SNA og Zeta.
Vit vita, at tað liggja ársverk í hesum frá arkitektum, verkfrøðingum og ráðgevum, og vit takka fyri, at tit hava víst okkum tykkara hugflog, hugsjón og víst hesar fimm møguligu framtíðir.
Mánadagin løgdu tit framm í Løkshøll. Dómsnevndin tosaði við brúkaraumboðini aftaná. Týsdagin svaraðu tit okkara spurningum. Leiðsluumboð fyri tey, sum fara at húsast í skúlanum luttóku, og seinnapartin søgdu tey fyri dómsnevndini, hvussu hvør verkætlan leyk teirra tørv. Tey vóru biðin at siga, hvat uppskot best hóska til teirra framtíð – og leiðsluumboðini fyri skúlan, frítíðarskúlan, kvøldskúlan og musikkskúlan, vóru øll samd.
Dómsnevndin hevur síðani desembur granska verkætlanaruppskotini og vekta tey í evnunum:
Arkitektur og funktion, sum telur 50%
Projektorganisation og proceslýsing, og telur hetta 30 %
Og ráðgevarahonorar, sum telur 20%.
Fýra verkætlanaruppskot fingu karakter millum 6,3-6,9. Ein verkætlan stendur framúr og hevur megnað framúr væl, at broyta byggiskránna – okkara tørv, ynskir og dreymar – til eitt bygningsverk, sum vit fegin vilja hava sum okkara varða. Sum speglar okkara sál, samleika og søgu.
Vinnarin av verkætlanarkappingini er Henning Larsen NA
Seinastu tíðindi