Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina

15. desember 2025

Kommunuskrivstovan er stongd frá 20. desember 2025 til og við 4. januar 2026

Brævatkvøður
Skalt tú brævatkvøða í tíðarskeiðnum kommunuskrivstovan er stongd, ber til at avtalað eina tíð í jólafrítíðini, við at ringja á tlf.: 237020

Vega- og vatndeildin
Borgarar, sum hava átrokandi ørindi hesa tíðina, kunnu ringja til hesi tlf. nr.: 237055

Eru trupulleikar við vatnveitingini kann ringjast til hesar vakttelefonir: tlf. 214517 (dagarnar 22-28 des.) og 214570 (dagarnar 29 des.- 4. Januar)

Er talan um annað, so sum kloakkviðurskifti, áarlop v.m., kann ringjast á tlf. 237055


Loyvi til nýggjársbál
Umsókn um loyvi at brenna nýggjársbál skal stílast til Skálafjarðar kommunala Sløkkilið tlf. 448235 ella sks@sks.fo í seinasta lagi 31/12 kl. 12.00.
Umsóknarbløð til nýggjársbál eru at finna á www.runavik.fo

 

Runavíkar kommuna ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár.

Seinastu tíðindi

02. mars 2026
Broyting í innsavning­ini á Skála
02. mars 2026
MAMMUSKEPILSIÐ
26. februar 2026
Svimji­høllin Bylgjan steingir frá 2. mars til og við 6. mars vegna arbeiði í høllini
25. februar 2026
Prima Facie í Gulu smiðju