Nato vísir fram á Skálafjørðinum

01. apríl 2026

Runavíkar kommuna hevur í fleiri ár skipað fyri stórfingnari mentanarviku. Onki undantak verður í ár, har mentanarvikan verður hildin í døgunum 19. til 26. apríl. 

Hesaferð byrjar vikan við ein braki av einum tiltaki sunnudagin 19. apríl, tá Nato fer at vísa partar av flotanum fram. Fyriskipararnir siga, at vitjandi kunnu gleða seg til: 

  • At síggja flotan, sum verjir okkum
  • At hoyra Ditlev Hackel, obert, halda røðu
  • Skjótivenjingar
  • At vitja umborð og hoyra friðarsangir
  • Stórsligið fýrverk klokkan 22.00

Fylg annars við her á heimasíðuni, har øll skrálin fyri Mentanarvikuna verður kunngjørd. 

Seinastu tíðindi

01. apríl 2026
Nato vísir fram á Skálafjørðinum
30. mars 2026
Broytingar í innsavningini
28. mars 2026
Sára Mrdalo setti kvøldskúla­framsýning­ina við hesum orðum
27. mars 2026
Skeltisreglugerð til hoyringar