Skeltisreglugerð til hoyringar
27. mars 2026
Runavíkar kommuna hevur í rúmað tíð arbeitt við at gera ein skeltisreglugerð. Endamálið við reglugerðini er at fáa ásetingar um skynsama skelting í kommununi, ið hóskar til býar- og bygdarmyndina og ikki er til ampa fyri umstøðurnar.
Skelti eru ein eyðsýndur partur av tí samlaðu heildarmyndini í býar- og bygdarmyndini, serliga í økjum við virknum vinnulívi og nógvum virksemi annars. Skeltisreglugerðin verður rótfest í byggisamtyktina.
Skeltisreglugerðin verður hervið lagt á heimasíðuna til almenna hoyring: Skeltisreglugerð
Viðmerkingar til Skeltisreglugerðina kunnu sendast til runavik@runavik.fo í seinasta lagi tann 20. apríl 2026 ella við at senda teir til Runavikar kommunu, Heiðavegur 54, 600 Saltangará.
Seinastu tíðindi
25. september 2026
Artur Johansen
25. september 2026
1. oktober kl. 18:00 letur kvøldskúlin upp fyri tilmeldingum
23. september 2026
BYLGJAN - Konsert & Prát
21. september 2026
Broyting í upplatingartíðini á ruskplássunum