Mamma, nær kemur pápi heim?
Minningarhald var hildið við minnisvarðan í Søldarfirði Allahalgannasunnudag. Sólborg í Grund Bøgesvang flutti fram røðu og borgarstjórin legði kransin.
Góðu tit øll
So gott at síggja tykkum her í dag. Hóast hetta er ein dagur, sum minnir okkum á nakað, sum vit so inniliga vildu verið fyriuttan, so er tað tó ein góður siður at vit møtast og minnast.
Eg havi hugsað um, hvussu gerandisdagurin var fyri umleið 100 árum síðani hjá teimum, sum vóru eftir heima.
Heima vóru konurnar og tóku sær av børnunum, húsarhaldinum, tí vanliga og harafturat øðrum, sum maðurin annars gjørdi, tá hann var heima. Mammur, pápar, ommur og abbar, sum ninaðu børnunum, fortaldu søgur og lærdu børnini ymiskt. Lívið gekk sína gongd.
Lítla gentan spældi á gólvinum, nakað eldri beiggi hennara spurdi mammuna, sum stákaðist í køkinum: ”Mamma, nær kemur pápi heim?” ”Hann kemur ikki enn góði, men vit gleða okkum til hann kemur heim”, svaraði mamman. Maðurin var farin vónríkur avstað, honum dámdi sjólívið, meðan hansara mál við at fara var, at lívbjarga familjuni. Skipini høvdu ikki somu útgerð, sum skip hava í dag, og tøknin var ikki tann sama. Hann visti, at túrurin var oftast fleiri mánaðir, alt eftir, hvussu nógvur fiskur var at fáa.
Heimlongsulin man hava verið sterkur til tíðir, eftir familjuni, eftir børnunum í ymiskum aldri, og børnunum sum vóru borin í heim, meðan pápin var til skips. Ungir dreingir hava longst eftir gentuni. Mammur og pápar eftir synunum, sum ofta fóru tíðliga til skips, og man tað mangan hava verið tungt at veittra teimum farvæl. Telefonsambandið var avmarkað, um tað var nakað yvirhøvur. So var at lata alt í Harrans hendur.
Í apríl í 1932 var ein sorgarnátt fyri hesa bygdina og aðrar bygdir nærhendis. Ein syndarlig vanlagna fyri manningina á sluppunum Immanuel og Lauru, sum mistu tað dýrasta teir áttu, sjálvt lívið. Í mongum heimum var beiski veruleikin, at maðurin, pápin og sonurin mistu lívið, og nógvar einkjur vóru her í bygdini, eins og mammur og pápar, sum høvdu mist synir. Fíggjarligar tryggingar vóru ikki tá - á sama hátt sum nú - hóast vanlukkutryggingin var farin at virka. Einkjurnar fingu stuðul, sum var ein stór hjálp. Í myrkrinum vaks eitt samanhald fram millum fólk. Undirlagið á minnisvarðanum í bygdini er fiskastykkið hjá Weyhe. Nógv fiskavirksemi hevur verið í bygdini, og nógvur fiskur hevur uttan iva verið borin til einkjur, sum mangan eru farnar til songar og hava hugsað um, hvussu næsti dagur verður. Havi eg nokk av mati til, at børnini verða mett? Tá næsti dagur kom, var í mongum førum fiskur á trappuni ella okkurt annað til matna.
Tað tók seg eisini eitt fyrimyndarligt samstarv upp millum samkomurnar, og í boðskapinum var størri tolsemi enn í fleiri øðrum bygdum. Eg vænti hetta eisini víðkaði sjónarringin hjá bygdarfólkinum átrúnaðarliga heilt fram at okkara døgum. Umsorganin fyri hvørjum øðrum var og er í mongum førum serstøk.
Hugsi um lítla dreingin og lítlu gentuna, sum blivu størri og eldri, um tey fingu hug at royna sjólívið, so hevði tað sæð annaðleiðis út. í dag er tøknin, trygdin og møguleikin at samskifta so nógv betri, og vanlukkurnar á sjónum eru støðugt fækkaðar. Tó eru tað tíverri tey, sum uppliva ta stóru stóru sorg, at missa ein av sínum allarkærastu á sjónum.
Eins og árstíðirnar vár, summar, heyst og vetur, kann lívið upplivast við bæði sólríkum døgum og við døgum við tungum og illfýsnum veðri.
Lina Sandell sigur í vakra sanginum ‘Bert ein dag’:
Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái, ríka troyst til stirda sál og ond. Hví nú stúra, lít á Harrans náði, alt jú hvílir í Guds faðirs hond.
Lina Sandell var svensk, og hon yrkti fleiri sangir, sum eru kendir á okkara klettum. Hon visti, hvussu tað var at liva við sorg. Misti tvær systrar til herviliga sjúku, og stóð undir liðini á pápa sínum, tá hann skolaði út av dekkinum á báti og druknaði fyri eygum hennara. Sangin «Bert ein dag» skrivaði hon sjey ár eftir skelkandi hendingina við pápanum, og lýsir hon her kensluna av ongantíð at standa einsamøll.
Seinasta ørindi í sanginum hjá Martin Joensen ‘Uttan teg’ (2010) ljóðar soleiðis:
‘Tá mítt berg mær gerst ov høgt, tá hvørt vitaljós er sløkt. Faðir fylg mær tá á leið, tú sum eina troyttast ei.’
Sterk orð, sum lýsa eisini, tá myrkast er. Vónin fram móti ljósinum, heim har ongin møði er – seinast at enda vónin, ið vit øll kunnu eiga lut í.
Á minnisvarðar og talvur seta vit nøvnini á okkara kæru, sum sjólótust – sum vitni um, at teir lótu tað dýrasta nakar kann lata – sjálvt lívið!
Tíverri er ein føroyingur skrásettur sjólatin í yrki sínum á sjónum síðani seinasta allahalganadag.
Tað var Eyðfinn Rólant Johansen úr Miðvági.
Við virðing minnast vit tey, íð sjólátin eru.
Nú fara vit saman at biðja Faðir vár og aftaná, verður kransur lagdur, og vit hava tøgn í ein minutt.
Friður verið við teimum.
Jesus veri við okkum.
Til seinast syngja vit sangin ‘Uttan teg’ hjá Martini Joensen.
Aftaná eru øll bjóðaði til ein drekkamunn í Bønhúsinum Bethel.
Hjartaliga vælkomin.
Takk fyri.
Seinastu tíðindi