KOM OG MENN’ist

05. november 2026

Ein spennandi seinnapartur á MEST í Runavík!

Kom og ver við, tá Visit Runavík bjóðar til ein fjølbroyttan seinnapart á MEST í Runavík í samband við Býarskáan!

Á skránni er opið hús, áhugaverdir fyrilestrar, orðaskifti um kóp í Føroyum, ølsmakking, góður matur og livandi tónleikur.

Vit seta sjóneykuna á kópin í Føroyum: Er kópurin eitt skaðadjór, sum eigur at verða gagnnýttur, ella ein týðandi partur av okkara vistskipan? Hetta og nógv annað verður viðgjørt, tá serfrøðingar geva síni sjónarmið til kennar.

SKRÁIN

15.00 – Opið hús á MEST í Runavík

15.00–19.00 – Fiskasuppa frá RIST verður til keyps

15.15 – Mouritz Mohr greiðir frá virkseminum hjá MEST

16.00 – Kópur í Føroyum

·         Bjarni Mikkelsen, Havstovan

·         Kaj Eli Sørensen, Veiðufelagið

·         Magnus Gaard, lívfrøðingur

17.00 – Orðaskifti um kóp í Føroyum

Orðstýrari: Annika Bolton Mortensen

17.30 – OY-ølsmakking og fyrilestur

18.00 – Sámal Ravnsfjall spælir

Vit gleða okkum til ein seinnapart við vitan, kjaki, góðum mati, hugna og tónleiki!

KOM OG MENN’ist – øll eru hjartaliga vælkomin!

 



Visit Runavík

Seinastu tíðindi

05. november 2026
KOM OG MENN’ist
05. november 2026
Árligi Býarskáin verður í vikuskifti­num 7. og 8. november
02. november 2026
Mamma, nær kemur pápi heim?
30. oktober 2026
Tilnevn ársins eldsálir!