Kvøldskúlaframsýningin 2026
25. mars 2026
Leygardagin 28. mars kl. 14 verður árliga kvøldskúlaframsýningin sett í Løkshøll í Runavík.
Sára Mrdalo, lærari og kvøldskúlalærari, setur framsýningina.
Á skránni verða annars tónleikaframførslur við Nes Sóknar Musikkfelag, gittar- og klavernæmingum og børnum, ið hava verið við til nýggja skeiðið List og evning fyri børn í vetur. Tey, ið hava lokið prógv í skeiðnum Dugnaskaparroynd í sigling, fáa síni prógv handað, og harumframt verður kaffi, te og køka at fáa í kantinuni.
Framsýningin við ymiskum handaligum, ið er komið á skaftið í kvøldskúlanum í vetur, verður opin leygardagin 28. mars og sunnudagin 29. mars frá kl. 14 til kl 18 báðar dagar.
Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu
Seinastu tíðindi
25. mars 2026
Kvøldskúlaframsýningin 2026
24. mars 2026
Upphav í Gulu Smiðju
13. mars 2026
Lív, endurnýggjan, trúfesti og vón
11. mars 2026
Freist at lata tiltøk inn til Mentanarvikuna