Thomas Espedal og Jóanes Nielsen.

24. februar 2026

Hóskvøldið 26. februar kl. 19.00 fær Bókasavnið við Løkin forvitnisliga og forkunnuga vitjan. Talan er tvær sermerktar røddir á norðurlendska bókmentapallinum: norska rithøvundan Thomas Espedal og føroyska rithøvundan Jóanes Nielsen.

Síðani Thomas Espedal gav út sína fyrstu bók í 1988 hava hansara verk ment seg til eitt bland av skaldsøgu, dagbók, essays og heimspekiligum hugleiðingum. Hann skrivar um gongutúrar, ferðing, sorg, kærleika, einsemi og um tað at vera rithøvundur. Tvey av verkunum hava verið tilnevnd Norðurlendsku Bókmentavirðislønina.

Tað er Marna Jacobsen, sum fer at hava samrøðu við Thomas Espedal og hon hevur eisini týtt trýverkið "Ævisøga dagbók brøv", sum Sprotin gav út í 2017.

Jóanes Nielsen er ein av mest týðandi røddunum í samtíðar føroyskum bókmentum og er kendur fyri sínar skørpu eygleiðingar; bæði tær persónligu og politisku. Hansara verk eru tilnevnd Norðurlendsku Bókmentavirðislønina fleiri ferðir og fleiri teirra eru eisini týdd og givin út altjóða.

Hann lesur úr seinasta yrkingasavninum Ullaljóð og hevur samrøðu við Oddfríða Marna Rasmussen, sum sjálvur er ritstjóri og virðisløntur rithøvundur.

Millum báðar samrøðurnar hava vit ein kaffisteðg við onkrum góðum afturvið.

Nærri kunning og keyp av atgongumerki á loksholl.fo og við dyrnar.

Tiltakið er eitt samstarv millum Faroe Islands Literature Festival, Løkshøll og Bókasavnið við Løkin.

Seinastu tíðindi

24. februar 2026
Thomas Espedal og Jóanes Nielsen.
23. februar 2026
Vatnveitingin í Lamba
18. februar 2026
Fastalávintshald fyri smá og eldri
10. februar 2026
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu