Skrivikapping 2026 - stuttsøgur

04. februar 2026

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu 2026 verður ein skrivikapping útskrivað. Í ár eru stuttsøgur á breddanum, og uppgávan er at skriva eina stuttsøgu á í mesta lagi 1200 orð, skrivað á føroyskum og ikki útgivin áður.

Fyri at luttaka skulu stuttsøguhandrit sum wordskjal latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin: lokin@lokin.fo áðrenn 20. mars kl. 18

Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri og at styrkja føroyskt mál og skaldskap.

Virðislønir:
Latnar verða 1. og 2. virðisløn á ávíkavist 8.000 og 6.000 kr, umframt serstøk virðisløn til ungt fólk, sum vísir góð evni. Hendan virðislønin er 6.000 kr.

Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.

Eitt skriviskeið verður eisini fyriskipað á Bókasavninum við Løkin, og tað verður Rannvá Glerfoss sum kemur at hava skeiðið. Á skeiðnum fara vit at tosa um stuttsøguna sum tekstslag, karakterskapan, og fáa tipps til hvussu man skrivar eina stuttsøgu. Rannvá Glerfoss hevur eina BA í ritlist, og hevur áður givið út stuttsøgur, ummæli og yrkingar.

Skriviskeiðið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.

Seinastu tíðindi

04. februar 2026
Skrivikapping 2026 - stuttsøgur
03. februar 2026
Kunning frá Rannsók­nar­stovuni á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
30. januar 2026
Kunngerð um undantaks­loyvi til taðing
20. januar 2026
Væleydnað tónleikaferð hjá bólkinum Gaia úr Gulu smiðju