Góðar umstøður til góð starvsfólk
Røða, sum Sæunn L. Nolsøe, kommunustjóri, helt á móttøku í ráðhúsinum í Saltangará.
Mynd, eyp.fo
Góðu tit øll
“Onki er sum fyrstu ferð”, hoyrdu vit herfyri, tá vit bjóðaðu fólki inn at síggja stásiligu, nýggju svimjihøllina Bylgjuna, sum letur upp fyri almennari svimjing í morginsárini klokkan 9.
Tá vit fyri kortum kundu flyta fyrisitingina hjá Runavíkar kommunu í nýggj og tíðarhóskandi høli var kenslan hjá okkum øllum – ENDILIGA – endiliga kundu vit bjóða øllum okkara sera dugnaligu starvsfólkum virðiligar arbeiðsumstøður.
Vit hava nú húsast her í nakar mánaðar, og frá at hava sitið tætt saman úti í gamla bygninginum, fleiri undir væðingini og uttan møguleika at reisa seg upp at arbeiða við skrivaraborðið uttan at smekka høvdið í, mugu vit siga, at umstøðurnar nú eru sera góðar og virðiligar. Eitt nú er tekniska deild nú savnað í einum høli, frá at hava sitið á tveimum hæddum og í fýra rúmum.
Sum leiðari fyri deildina hjá Føroya Banka í Saltangará helt eg eina røðu, tá bankin lat dyrnar upp í nýggju deildini longur úti á Heiðavegnum, har tey nú húsast.
Orðarætt segði eg tá, at:
”Vit hava trivist óalmindiliga væl inni í bygninginum, vit nú við einum ávísum sorgblídni flyta úr. So vit skilja væl Runavíkar Kommunu, tá tey fingu gott eygað á bygningin, og hava ligið framvið fyri at sleppa at yvirtaka hann frá okkum.
Tilgongdin hevur verið long, men samstarvið hevur verið jaligt og gott, og tað takka vit fyri. Vit halda eisini, at kommunan fær ein stásiligan bygning eini so stórari kommunu verdur. Bygningurin fer væl, um vit kunnu málbera okkum soleiðis.”
Nakað eftir hetta søkti Runavíkar kommuna eftir fyrsta kommunustjóranum, og tann møguleikan vildi eg ikki lata fara framvið.
Onkur helt skemtandi fyri, at kommunan hevði keypt bygningin íroknað stjóran. Vit lata spurningin, um hvørt bankin ella kommunan var tann betri keypmaðurin hesum viðvíkjandi, standa ósvaraðan í dag :)
Men tá talan er um stásiliga bygningin, staðsettur væl eftir høvuðsvegnum, eru vit í kommununi sera væl nøgd við avtaluna.
Tað sum tó hevur størri týdning enn bygningur og veggir, eru tit, okkara nærløgdu og dugnaligu starvsfólk. Eg vil nýta høvið til at rósa tykkum øllum fyri tann innsats, tit dagliga leggja eftir tykkum, og at tit møta upp hugagóð, bæði tá uppgávurnar eru stuttligar og eydnast væl, men ikki minst, tá tit mugu taka ímóti truplum og onkuntíð næstan órímiligum uppgávum og orðum.
Tá eg byrjaði í nýggja starvinum, var kommunan farin undir at umvæla bygningin nakað, og varð tað ein av fyrstu uppgávunum eg bleiv partur av. Eg kendi bygningin væl – eisini avbjóðingarnar, ið vóru. Eg má í tí sambandi nevna eitt av okkara mongu sera virðismiklu starvsfólkum. Ejin Olsen var partur av risastóru uppgávuni at byggja nýggja svimjihøll, og hevði tað verið nóg mikið einans at haft ta uppgávuna. Nærlagdur sum hann er, var hann samstundis eisini okkara maður í hesari umvælingini.
Tað eru Ósbjørn Jacobsen og Fríða Berg hjá Henning Larsen Arkitektar, ið hava hjálpt okkum at dagføra bygningin og at innrætta hann av nýggjum til okkara brúk. Handverkararnir hava verið frá Byggiverk, Zacharis Leitisstein, Málarameistarin Signar á Fríðufløtum, Elcon og KONE. Eisini Gulli gluggar, Klima, Kristian E. (Ba) Knudsen, Colorama, Arctic Import v.fl. Helgi Fossadal hevur staðið fyri at listprýða bygningin.
Hesin bygningur er lættur at arbeiða við, tí hann upprunaliga er teknaður og bygdur væl umhugsað. Sambært skjølum hava Albert Isfeld, Jórun í Dali og Landsbyggifelagið teknað og ráðgivið, tá bygningurin varð bygdur, og varð hann hann fyrstu ferð tikin í nýtslu hin 26. februar í 1986. Við fjøruti árum á baki, hevur sjálvandi verið neyðugt við onkrum umvælingum og viðlíkahaldið. Nøkur ár áðrenn vit keyptu hann, var hann munandi umvældur, tá øll ventilatiónsskipanin varð skift og hann var bjálvaður nakað niður í lendi fyri millum annað at forða fyri óhepnum kuldabrúgvum. Taka vit okkum væl av bygninginum frá nú av, hava vit góðar umstøður heilt nógv ár fram.
Hóast eg nú havi verið í starvinum eina rúma tíð, við eg nýta høvi at takka fyri góðu móttøkuna og góða samstarvið við tykkum starvsfólk, borgarstjóran, politikarar og borgarar.
Vælkomin at fara runt í øllum bygninginum, har øll fimm luttakandi skúlamodellini í projektkappingini eru sýnd fram á aðru og triðju hædd.
Hjartaliga vælkomin til opið hús her hjá okkum á ráðhúsinum.
Takk fyri, og gott nýggjár!
Seinastu tíðindi