Enn eru pláss fyri tilmeldingum til kvøldskúlaskeið, ið byrja í 2026

09. januar 2026

Kvøldskúlaveturin 2025/26 er nú hálvrunnin. Flestu skeiðini eru væl mannað ella fullsett, men enn eru pláss eftir á teimum skeiðum, ið byrja hesumegin nýggjárið.

Á heimasíðuni www.kurk.fo ber til at lesa stuttar lýsingar av øllum skeiðunum.

Skeiðini, har pláss enn er fyri tilmeldingum, eru: Glaslist 4 og 5, Koyrikort til prutl, Bachata fyri byrjarar, Kvæði og føroyskur dansur, Fuglar í nærumhvørvinum og Svimjing fyri vaksin.

Skeiðið Svimjing fyri vaksin, verður, sum vera man, í spildurnýggju svimjihøllini við Løkin, og tað er Sonya Pratt, leiðari fyri svimjihøllina, ið tekur sær av undirvísingini.

Bachata fyri byrjarar, har áhugað kunnu læra latínamerikanska pardansin bachata frá grundini, verður útsett eitt sindur, men tað er Sharon Sivertsen, ið undirvísir.

Skeiðið Kvæði og føroyskur dansur tekur Jónleif Johannesen sær av. Tað er eitt eindagsskeið, ið fer fram í nýumvældu Dansistovuni í Funningi leygardagin 17. januar millum kl. 10.00 og 15.00. Á skeiðnum koma luttakararnir at fáa innlit í kvæðamentan okkara, ymisk sløg av góðum dansi, og hvat kann eyðkenna eitt gott kvæði. Vit fara uppá gólv, og luttakararnir fáa møguleika at royna seg sum skiparar, og fáa yvirskipaða vegleiðing um, hvat er vert at hava í huga, tá ið ein skipar í føroyskum dansi. Tær nýtist ikki at duga vísur og kvæði frammanundan.

Fuglar í nærumhvørvinum er eitt skeið hjá Silasi Olofson, fuglakønum, sum vit m.a. kenna frá vælumtókta sjónvarpstáttinum “Sært tú fuglin?”. Skeiðið fevnir um tveir leygardagar í vár: 2. og 9. mai 2026 kl. 10.00 - 15.00. Skeiðið, sum byrjar í skúlanum við Løkin og síðani fer fram uttandura, setir sjóneykuna á fuglalívið í nærumhvørvinum; t.e. við Toftavatn og kring Skálafjørðin.

Skeiðið Koyrikort til prutl er eitt vælumtókt skeið hjá Hugo Kristiansen, koyrilærara. Frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttir hvør. Har eru 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru. Næmingurin skal hava lógligt prutl við til undirvísingina. Loyvi at koyra millum heim og undirvísingarstað í undirvísingartíðarskeiðinum verður givið. Ert tú undir 18 ár, ber til at nýta spjaldrið.

Í fleiri førum eru bert heilt fá pláss eftir, so vilt tú tryggja tær pláss, er at gera skjótt av.

 

Spjaldur

SPJALDUR fevnir um øll børn og ung frá 0 ár og til teirra, sum fylla 18 ár í kalendaraárinum. Til ber at rinda fyri kvøldskúlan við Spjaldrinum. Foreldur/verjar hava fingið brúkaranavn og loyniorð sendandi til hesa umsitingarsíðuna. Nýt avsláttarkotuna SPJALDUR, tá tú rindar fyri kvøldskúlaskeiðið. Far síðani inn á spjaldur.runavik.fo og rinda ta upphæddina við Spjaldrinum, sum kvøldskúlaskeiðið kostar. 

  

Kvøldskúlaleiðarin, tlf. 237081 

Seinastu tíðindi

09. januar 2026
Ein bygd í bygdini – kunngerð av vinnara av verkætlanarkappingini
09. januar 2026
Viljin er alt - grundin er sterk
09. januar 2026
Góðar umstøður til góð starvs­fólk
09. januar 2026
Enn eru pláss fyri tilmeldingum til kvøldskúlaskeið, ið byrja í 2026