Svimjihøllin Bylgjan verður tikin í nýtslu
Røða, sum Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, helt á hátíðarhaldinum fyri svimjihøllini í Runavík.
Góði byggiharri, góðu borgarar í Runavíkar Kommunu og góðu samverkafólk. Hjartaliga tillukku við nýggju svimjihøllini, og takk fyri hendan møguleikan at siga nøkur orð.
Fyri eina siglandi tjóð, fyri eitt fólk og fyri eina kommunu er tað lívsneyðugt at megna at halda sær uppi. Bæði bókstaviliga, og ikki minst myndaliga. Tað verður seg fíggjarliga, trivnaðarliga og mentanarliga. Tað er altíð neyðugt við einari mentalari uppdrift í einum øki, fyri ikki at søkka sum steinurin, og harvið ganga til grundar.
Hesa uppdriftina og visiónina hevði Runavíkar Kommuna, tá hon gjørdi av at fara undir at byggja eina nýggja svimjihøll í Heiðunum. Ein gamal dreymur hjá kommununi, sum somuleiðis er eitt fíggjarligt ódnartak fyri eina hvørja kommunu, sum velur at fremja slíka verkætlan.
Skrivað stendur, at trúgv er full vissa um tað sum vónað verður, eisini tekur Prædikarin soleiðis til, ”kasta breyð títt á vatni, tí tú fær tað aftur, um so long tíð gongur.”
Longu í 1964 varð svimifelagið Neptun sett á stovn, og tískil má talan nokk vera um heimsmet fyri longstu upphiting uppi á turrum í samband við nakra vatnítrótt, nú svimjararnir hjá felagnum endiliga kunnu tveita seg í nýggja hylin og taka fyrstu tøkini.
(Sum skilst hevur nývaldi formaðurin ongar ætlanir um at leggja seg á flot og harvið fáa klor í eyguni, men ætlar sær so vitt gjørligt at halda fast við higartil galdandi siðvenjuna uppi á turrum.)
Gjøgnum allar tíðir hevur svimjing verið neyðug, og søguliga sæð eru mong dømi um hetta. Longu 700 ár fyri okkara tíðarrokning skrivaði Homer um Odysseus, sum svam fyri lívinum, eftir at skipið, hann var umborð á, kom í herviligan storm og knústist. Her verður ikki skrivað um svimjing sum ítrótt ella frítíðarítrív, her er talan um svimjing sum lívsneyðugan førleika, og avgerandi munin millum lív og deyð. Og leita vit til Apostlasøguna og aðra vandaferð, tá Paulus var ávegis til Malta, vóru teir eisini fyri skipbroti, og beyð høvuðsmaðurin teimum, sum dugdu at svimja, at leypa á sjógv og royna at koma sær í land.
Eisini á okkara døgum verða vit støðugt ámint um týdningin av at duga at svimja. Ein søga, sum ofta verður søgd í mínum heimstaði, er hon um skonnartina Ernestinu, sum fórst við Íslands strendur, og tað bjargingarbragdið, sum har bleiv framt av Ziska á Fløtti, og sum framvegis í dag stendur sum ein lýsandi viti yvir týdningin av góðum svimjiførleikum.
Fyri okkum hjá Kanjon var tað ein stórur møguleiki og somuleiðis ein heiður at sleppa at vera partur av hesi verkætlanini, sum nú stendur liðug. Saman við byggiharranum, Runavíkar Kommunu, skrivaðu vit undir sáttmála tann 27. oktober 2022 – stutt eftir hetta fór arbeiðið í gongd.
Til slíka verkætlan er brúk fyri nógvum evnaríkum fólkum, sum kunnu samstarva.
Ráð hevur staðið fyri byggileiðsluni, og høvðusráðgevar hava verið BBP arkitektar og OJ (Sweco) verkfrøðingar, og jarðhitaskipanina, sum er tann størsta í Føroyum, hevur PBC projekterað.
Talan er um eitt arbeiði og eitt samstarv, sum vit hava verið ómetaliga glað fyri. Hetta er fyrsta svimjihøllin, Kanjon hevur staðið fyri, og tískil hava vit eisini lært eina rúgvu hesa tíðina, og ikki minst um týdningin av at hava góðar samstarvsfelagar.
Sum nevnt hevur Kanjon staðið fyri høvuðsentreprisuni. Undirveitarar hava verið Blikksmiðjan, sum hevur staðið fyri HVS, Elcon hevur staðið fyr el-arbeiðinum, Dansk Vandbehandling hevur staðið fyri tí vatntekniska, Signar á Fríðufløtum hevur við sínum fólkum tikið sær av málaraarbeiðinum, og Flísamúrarin og Múrskeiðin hava tikið sær hegnisliga av múrararabeiðinum. Klima hevur veitt CTS loysnir, Takplan hevur tikið sær av tekjuklædninginum og Borg saman við Tarpgaard hava veitt Alu-fasadurnar. Zacharias Leitisstein hevur borðað fyri jarðhitanum, og Kreton hevur lagt asfalt kring bygningin.
Ein svimjihøll er eisini annað enn ein depil til kroppsliga venjing, og eisini hetta fáa tit vónandi við hesi nýggju høllini. Ein svimjihøll er eisini eitt sosialt rúm. Eitt savningarstað, har fólk møtast tvørtur um aldur, bakgrund og støðu. Ofta í einum umhvørvi, har heiti og tygn verða liggjandi eftir í skiftingarrúminum. Í Føroyum hava vit longu sæð, hvussu hitarúm og vælveruøki eru vorðin eitt slag av óformligum parlamentum, har lívsroyndir, dagligir tankar og stórar avgerðir verða vendar, ofta í einum tóna, sum bæði er lættur og fólksligur. Tað er eisini alment kent, at Tobbi hevur verið ein dúgligur brúkari av bæði hyljum og hitarúmi í svimjihøllini í Havn – so um alt gongur sum væntað, so fær Runavík ikki bara eina nýggja svimjihøll, men kanska eisini ein nýggjan sosialan miðdepil, har prátið flýtur líka væl sum vatnið í hylinum.
Hvussu alt hetta hevur hilnast verður nú upp til tykkum brúkarar at taka støðu til. Okkara vón skal vera, at nýggja svimjihøllin verður allari kommununi og øllum nærøkinum til stóra gleði og stórt gagn. Enn einaferð hjartaliga tillukku við nýggju høllini, takk fyri álitið, blíðan byrð og Guds varðveitslu.
Takk fyri!
Seinastu tíðindi