Eina svimjihøll, takk
Røða, sum Sølvi Reinert Hansen, fyrrverandi mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu, helt undir borðhaldi í samband við hátíðarhaldið fyri nýggju svimjihøllini í Runavík.
Hjartaliga tillukku við svimjihøllini, og takk fyri høvið.
Hugsaði at tríva í onkur brot úr drúgvu tilgongdini at gera svimjihøll í Runavík.
"Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá" borgarstjóranum til ráðgevandi fyritøkuna COWI í Lyngby um, at Runavíkar kommunan ætlaði sær undir eina tilgongd at gera svimjihøll. Vit eru stødd í februar mánað 2016.
Leisturin skuldi ætlandi vera tann sami, sum við Bylgjuni, sum nýliga var gjørd: ein brúkaratilgongd, sum endaði við byggiskrá, sum skuldi vera støði undir einari kapping í tveimum umførum, har arbeiðstakarar og arkitektar samstarvaðu um at geva eitt boð uppá snið og prís fyri eina svimjihøll, sum hevði teir hentleikar, sum vóru skjalfestir í útboðstilfarinum.
Væntandi fór høllin at kosta 50 mió kr., og býráðið ætlaði at hava útboðið klárt við árslok 2016.
- Sera einfalt.
Longu í mars mánað 2016 var tíðarætlanin tøk, og skuldi avtala eftir ætlan undirskrivast við arbeiðstakara í mars 2017, tá kapping í tveimum umførum hevði verið, og allir smálutir vórðu avgreiddir.
10. mai 2016 vórðu brúkarafundir hildnir. Hendan dagin vóru umboð fyri skúlarnar í Oyndarfirði, á Skála og Runavíkar kommunuskúla, barnaansingarstovnar, eldratilboð, Almannaverkið, ÍSB, Svan, Megd, Flot og Neptun, og Svimjisamband Føroya boðin at koma við sínum ynskjum til eina svimjihøll.
Samstundis var fundur við politisku skipanina, har boð var givið uppá kostnað av trimum ymiskum loysnum:
a) eina svimjihøll við 6x25 m hyli og umklæðing, men ongum øðrum, fyri 55 mió kr.
b) eina svimjihøll við 6x25 m hyli, einum heitum spælihyli og sauna, fyri 70 mió kr.
c) eina svimjihøll við 8x25 m hyli, einum heitum hyli, barnahyli og sauna fyri 85 mió kr.
Sum tað so mangan er greitt frá, stavar tankin um svimjihøll í økinum í øllum førum frá 1960-unum, tá økið er í vøkstri og ymsu áhugamálini hjá borgarunum, innføddum sum tilflytarum, hava við sær, at alskyns feløg verða stovnað: m.a. NSÍ og Kongshavnar Kvinnufelag í 1957, Nes Sóknar Musikkfelag (hornorkestrið) í 1961, Svimjifelagið Neptun í 1964, Støkk í 1966. Økið var sett av til svimjihyl omanfyri Glyvra skúla, og stykkið varð grivið út.
Tá eg byrjaði sum mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu í mai 2011, hevði býráðið júst samtykt at fara undir at byggja fimleikarhøll við Løkin. Ein tepur meiriluti hevði valt at byrja við einum blankum pappíri heldur enn at halda á fram við verkætlanini, sum annars lá í kortunum - eini fimleikarhøll, sum Støkk skuldi byggja, eiga og reka, og sum kommunan skuldi gjalda leigu fyri at brúka. Hóast býráð og borgarar ikki vóru í fullari semju um hetta mál, varð arbeitt skjótt í góðum samstarvi, og Bylgjan kundi takast í nýtslu leygardagin 23. august 2014.
Bylgjan var á mangan hátt nýskapandi. Tilgongdin við kapping millum fleiri samtøk av arbeiðstakarum og arkitektum - og tillagingin av endaligu verkætlanini saman við BBP-arkitektum, við góðari ráðgeving frá LOA-grunninum, hevði við sær, at tað nú virkar heilt natúrligt, at Bylgjan er ein ítróttardepil, heldur enn fleiri einstakir bygningar, sum hvør í sínum lagi eru funktionellir innan hvør sítt øki. Byggingin av fimleikarhøll við Løkin, sum varð víðkað til eina samanbygging við og renovering av ítróttarhøllini, legði upp til, at ein komandi svimjihøll kundi gerast partur av hesum depli.
Innan eitt stutt áramál varð ítróttardepilstankin føddur og framdur. Nú virkar tað upplagt, men er framvegis eindømi í Føroyum. Ein tøkk eigur at fara til teirra, sum í sínari tíð løgdu býin til rættis og settu øki av til skúla, mentan og ítrótt úti við Løkin.
6. desember 2017 varð skipað fyri kveikjandi fundi í Bylgjuni, har kunnað varð um heildararbeiðstøkukapping, í tveimum stigum, nú svimjinghøll ætlandi skal byggjast í Runavík.
Á leið hundrað ár eftir fyrra kríggj gjørdist tað tíðliga í 2018 greitt, at partarnir ikki ynsktu eina heildararbeiðstøkukapping í tveimum stigum. Onkursvegna varð Runavíkin vald út til at vera vígvøllur í einum stríði um, hvussu slíkar kappingar skuldu skipast. Sum Ypres undir fyrra kríggi var hetta ikki seinasti bardagin á hesum vígvølli.
Farið var nú í staðin undir eina arkitektakapping. 6 februar 2019 lótu tríggir arkitektar inn uppskot um svimjihøll, og endin varð, at BBP-arkitektar - tey somu, sum teknaðu Bylgjuna - vunnu.
Í dómsnevndini vóru:
Borgarstjórin og formaðurin í mentanarnevndini, umboð fyri Runavíkar kommunuskúla, Roðan, Flot, Svimjisambandið, leiðararnir av teknisku deild og mentanardeildini hjá kommununi, og tveir arkitektar - ein sum LOA-grunnurin hevði tilmælt og ein, sum føroyska arkitektafelagið hevði tilmælt. Harumframt gjørdi LOA-grunnurin metingar av innkomnu uppskotunum, tó uttan at hava atkvøðurætt á dømingarfundunum.
Sum ætlað vóru nógvir spennnandi tankar handan tey trý innkomnu uppskotini. Eitt nú kann nevnast tankin um at hava atgongd frá svimjihøllini til Løkin, har til bar at dyppa í einum serligum hyli, sum fekk vatn úr Løkinum, og tankin um, at sjálv svimjihøllin arkitektoniskt sá út sum eitt bylgjubrot, sum var natúrligi endin á einari bylgju.
Býráðið samtykti á fundi í Funningi 27. juni 2019 at avtala skuldi gerast við BBP um at neyvætla eina svimjihøll í Runavík.
Móti ársloki 2021 varð mett, at nú var komið so væl áleiðis, at til bar at bjóða verkætlanina at byggja svimjihøll út - sambært tekning og tillaginum hjá BBP-arkitektum. Samráðingar høvdu tá verið við høvuðsarbeiðstakarar og undirveitarar um ymsu partarnar av verkætlanini fyri at tryggja sær, at einki skuldi vera til hindurs fyri einum útboði.
Men enn einaferð gjørdist hetta málið vígvøllur, soleiðis at eingin av teimum fyritøkum, sum høvdu sagt seg hava áhuga at vera við, lat boð inn. Kappingarráðið hevur síðani gjørt úrskurð í hesum malinum og mett, at talan var um brot á kappingarlógina.
Í skundi vórðu heimildir fyri at fara í samráðingar við annan arbeiðstakara kannaðar, og hin 17. januar 2022 varð avtala gjørd millum Runavíkar kommunu og Kanjon um partalagsavtalu um nýggja svimjihøll í Runavík. Sambært avtaluni skuldu partarnir fram til 15. april 2022 fara undir eina felags tillaging og albøting av verkætlanargrundarlagnum, sum kundi verða undirstøða undir einum høvuðsarbeiðstakarasáttmála.
Á býráðsfundi 30. juni 2022 samtykti býráðið at gera sáttmála við Kanjon um høvuðsarbeiðstøku. Høvuðstølini vóru:
Svimjihøll 128,5 mió.
Millumbygningur og príshækkingar 21,3 mió.
Jarðhitahol og hitavekslari 5,5 mió.
Kommunu mvg 6,25% 9,7 mió.
Í alt 165,0 mió.
Hvørki land ella grunnar hava stuðla verkætlanini. Hon er fíggjað 100% av borgarunum í Runavíkar kommunu.
LOA-grunnurin, sum Føroya Løgting hvørt ár rindar fyri at vera partur av, og sum annars fær sína fígging frá eydnuspølum, hevur verið partur av tilgongdini við svimjihøll. Tær fyrstu føroysku verkætlanirnar, sum fingu stuðul úr hesum grunni, vóru Skótahúsið við Løkin og Bylgjan. Sum bæði skótarnir og síðani Runavíkar kommuna máttu sanna, er tað ikki ókeypis at fáa stuðul úr hesum grunni. Skótahúsið gjørdist munandi størri, enn skótarnir sjálvir nokk høvdu hugsað, og skótarnir hava síðani átikið sær at leggja høli og rygg til eitt slag av alneyðugum bygdarhúsi í økinum. Og fimleikarhølllin varð víðkað og samanbygd við ítróttarhøllina við hesum stuðli. Men í báðum førum hevði tað ein meirikostað við sær fyri byggiharran - aftrat latna stuðlinum.
I samband við svimjihøllina vóru nógvir spennandi tankar uppi at venda. M.a. ein botnur í stóra hylinum, sum kundi flytast upp og niður, so dýpið kundi variera frá 0 m heilt niður á 4 m dýpi. Hetta hevði tó verið kostnaðarmikið og hevði væntandi dýrkað um rakstur og viðlíkahald. Somuleiðis var ein tanki at hava eina rampu allan vegin framvið stóra hylinum fyri at betra um atgongdina. Á onkrum tekningum er eisini ein renna úr heita hylinum, so til ber at svimja út um veggin vestureftir.
Tað eru í allari tilgongdini gjørd til- og frával fyri at hava so gott samsvar millum hentleikar, eina trygga íløgu og skilagóðan rakstur.
At síggja til hevur samstarvið millum kommununa og Kanjon verið gott í byggitilgongdini, og stórfingnað úrslitið er í dag sjónligt fyri okkum øllum.
At byggja svimjihøll heilt av nýggjum er ikki dagligur kostur í Føroyum. Tí eru nógvar óvissur, sum onkur skal átaka sær váðan av. Grundleggjandi ynskja allir partar tað sama - eina væleydnaða bygging, eitt gott úrslit, har dygdin er góð, og har prísurin heldur, uttan at nakar hevði undirskot av verkætlanini.
Havast skal í huga, at mitt í hesi tilgongdini var ein umfarssótt, sum saman við kríggi í Evropa skapti sera stóran ótryggleika um veitan og óvissu um kostnað av byggitilfari.
Nógvar útrokningar eru gjørdar hesi mongu árini fyri at hava tamarhald á prísinum á svimjihøllini, áðrenn farið varð í gongd.
Ein minnilig løta var suðuri hjá Ráð, tá ein útlendskur ráðgevi á videofundi royndi at sannføra borgarstjóran um logikkin í at byggja eftir donskum leisti. Ikki tykkum at siga reyk Merkið í húnarhátt uppá rekordtíð.
Ymsar konstellatiónir av býráðspolitikarum og umsiting hava seinastu árini vitjað hópin av svimjihallum uttanlands fyri at kunna hava eina kvalifiseraða meining um, hvørjir hentleikar skuldu vera í okkara svimjihøll. Hetta hevur verið ein búningartilgongd, har bæði størstu og smæstu hallir uttanlands hava økt um vitanarstøðið.
Av anekdotum kann eisini nevnast, tá vit einaferð fóru niður á fund, og eitt hotell varð bókað, ið bert var eitt hanagleiv frá hølunum hjá arkitektunum. Bygningurin, sum hotellið húsaðist í, hevði árini 1945-91 verið høvuðssæti hjá danska kommunistaflokkinum, og borgarstjórin fekk mest sum ikki svøvn á náttini, sum veggirnir tøktust tosa um søguna hjá bygninginum.
Tey eru sera nógv, sum eiga lut í hesi verkætlanini. Yvirskipað eigur politiska skipanin hjá Runavíkar kommunu hesi mongu árini heiðurin av at raðfesta júst eina svimjihøll í øllum meldrinum at ynskjum, sum eru, um neyðugar raðfestingar hjá einari kommunu. Síðani eru tey, sum onkursvegna hava borið verkætlanina á mál, Kanjon og BBP, COWI við byggiskrá og Ráð sum byggiharraráðgevi. Aðrir undirveitarar og ráðgevar. LOA-grunnurin við hugskotum og góðum ráðum. Hópurin av brúkarum og ikki minst kappingarneytarnir í svimjihallunum í Havn og Klaksvík, sum kannaðu tilfarið væl og fegnir deildu sínar royndir. Og so er tað tekniska deild hjá kommununi, Marita og Ejin, sum hava treiskast og tikið neyðugu diskussiónirnar og funnið loysnir, soleiðis at úrslitið i dag er eyðsýnt fyri øllum.
At enda vil eg takka fyri, at eg kundi vera eitt klípi í hesum varðanum, og annars ynskja svimjihøllini og borgarum í kommununi alt tað bestu í komandi tíðum.
Seinastu tíðindi