Søtur er sjálvgivin biti
Røða, sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt undir hátíðarhaldinum fyri nýggju svimjihøllini í Runavík.
”Don´t be afraid to take a big step if one is indicated. Yoy can´t cross a chasm in two small jumps.” ”Tað ræður um ikki at vera ræddur fyri at taka eitt stórt stig, - um tað er neyðugt. Tað ber ikki til at leypa um eina gjógv í tveimum smáum lopum.” Tað var kendi walisarin David Lloyd George, sum fyrstur segði hesi vísu orðini.
Nú er nakað væl fráliðið, síðan eg ringdi til glyvradreingin og tvístreingjaða skyldmannin Niclas Johannesen, og spurdi, um tað kundi ligið fyri, at hann brúkti íbornu skapanargávurnar til eitt verk um Runavíkar kommunu, ið skuldi pallsetast, táið svimjihøllin varð latin eigarunum. Sum vera man var hann ivandi, men so kíkaði hann, umsíðir, og verkið er nú alment.
Ein avbera vøkur musisk kvøða til heimstaðin og allar 15 bygdirnar í kommununi - av Tinghellu norður á Førjaklettin. Einastaðni tekur hann soleiðis til: ”Teskar ein rødd; sig tú nú mær, virðir tú tað, ið tær givið var? Rekast vit her, ella seta vit kós, sløkkist ein vón, ella tendrast ljós?”
Drúgt er tað, ið drýpur. Tað kann av sonnum sigast um hesa verkætlanina. Hon hevur verið eitt afturvendandi tema í økinum í smá 62 ár. Nakrar krónur vóru so umsíðir settar á fíggjarætlanina fyri 2016 – fyri júst 10 árum síðan - til tess at fyrireika bygging av einari svimjihøll. Ørandi nógvar millumrokningar, mikið stríð og strev, hava verið fylgisveinar okkara fram til hendan dag. Ein meting var, at vit kundu fáa eina svimjihøll fyri 50 milliónir krónur. Tað var í meira lagi bláoygt, og síðan syfti upphæddin seg uppá 90, eftir tað 100, og táið vit báðir Kjartan skrivaðu undir sáttmálan í býráðssalinum á Glyvrum, hin 27. oktober 2022 kl. 15, hevði upphæddin sníkt seg uppá 165 milliónir krónur.
Haldi ikki, at vit báðir ristust á hondunum, rákin av undirtøku kendist eisini í huglagnum millum fólk, Kvinnufelagið stuðlaði alment átakinum, Arbeiðarafelagið Hæddin skipaði fyri ressingarfundi, og býráðssalurin var á tremur tann dagin, táið størri parturin av býráðnum, ið tá sat, tók undir við at fara undir átakið. Sjálvandi vóru tað eisini tey, sum sóu fyri sær, at hendan ætlanin fór at taka skorðurnar undan búskapinum hjá kommununi. Vit vistu, at vit gingu at mørkum, men í dag er støðan tann, at skuldin hjá kommununi liggur 49 milliónir krónur undir skuldarloftinum. Kostnaðurin helt, høllin er goldin við nakað av lántøku og harumframt er tjóðarinnar størsta jarðhitaskipan – við tríati jarðholum – nú keldan til upphitingina í allari Bylgjuni.
Í flógva summarfleyrinum hin 23. juli í fjør var reisigildi hildið í túninum norðanfyri. Trivaligu sperrurnar spentu seg frá grundini upp ímóti himmalhválvinum, og lagið var gott. Ein fjálg glóð sást í kollektiva eygnahavinum og í henni hómaðu vit eisini spenningin um ta løtuna, táið hendan samognin bleiv veruleiki. Loyvdi mær tá m.a. at taka soleiðis til:
”70% av jarðarinnar útskinni – yvirflatan – er vatn og sjógvur. Á leið 70% av mannakroppinum er vatn, ikki minst húðin, og hartil eru vit komin svimjandi til lívið ígjøgnum fosturvatnið hjá mammum okkara. Áhugaverdar javnvágir í Skapanarverkinum, sum síggjast aftur í atferðini hjá eitt nú heilt smáum óvitum. Sleppa teir framat vatni ella sjógvi fara teir í eitt við hesi, hóast teir hava lítið meiri enn gonguvit, tað dregur ímillum, substansurin er hin sami. Í køksvaskinum, seinri í einum hyli, gili, eini á, einum vatni ella niðri í fjøruni. Alt ein natúrlig gongd, tí vóru vatn og sjógvur ikki, vóru vit heldur ikki. Tað ræður bara um at læra seg at liva saman við hesum veruleika, sum vit í ólukkumáta eru ein partur av í aðrar mátar. 99,5% av tjóðarinnar – okkara - ognum er vatn og sjógvur. Nógv størsti parturin av menniskjans blóði er eisini vatn, og rámandi er tað, at saltkonsentratiónin í hesum sama blóði er júst hin sama sum í havsins sjógvi. Ein áhugaverd kvørn – lívið.”
”Føroya havoygdi ungdómur reysti”, soleiðis tók meginskaldið Janus til í magnfullu ítróttarkvøðuni í 1941, til ungdómin, sum tá var, Waagstein setti lag til orðini. ”Svimjum fram yvir firðir og sund”, er ein seinri áheitan í sanginum. Trý ár frammanundan – í 1938 - stóð ein 19 ára gomul glyvragenta, Mia í Hvalsisrætt, á Skarvakletti í Nólsoy. Hon ætlaði sær á egnum kjøli til Havnar. 21. august kl. 16:22 leyp hon á bláman, íróttarráðgevin Poul Petersen hevði ábyrgdina av lívi og lagnu hennara, og táið hon seinri kom svimjandi fram við gamla Molanum, var hann stúgvandi fullur av fólki, meðan steypið bíðaði eftir Miu í sýnisglugganum hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni. Hon hevði lært kynstrið í fjøruni á Glyvrum, og hon lærdi eisini onnur at svimja. Rákið við havsvimjing byrjaði annars av álvara, táið olympisku leikirnir vóru í Athen í 1896.
Dagurin í dag er áminningin um, at samfelagið er í áhaldandi menning. Tað er bara ein trivalig hálv øld, síðan fótbóltsvøllurin var veruleiki. Eftir tað komu ítróttarhøllin, graslíki í fleiri syftum, fimleikahøllin, skýlið, vallarljósini og nú krúnan á verkinum – svimjihøllin. Ítróttarhúsið bíðar nú eftir politiskum vøddum, og tá fer tað spakuliga at líkjast einum ítróttardepli, sum ikki smæðist ímillum tað frægasta í landinum. Á mál koma vit ongantíð, men seta og halda vit kós, við áhaldandi framskrúvu, so røkka vit einum máli fyri og øðrum eftir. Hóast tol, bindindi, eru ein trotvøra hjá nógvum, so eru áneyðir á hesum í politiska klæðssekkinum. Svimjihøllin í norðara enda av Bylgjuni er besta dømi um tað. Fyri 10 árum síðan settu vit eina hálva millión krónur av til fyrireiking, og ikki fyrrenn í dag fagna vit úrslitinum.
Skattgjaldararnir í Runavíkar kommunu eiga einsamallir allan heiðurin fyri, at hendan verkætlanin bar á mál. Alt fæið, sum hendan høllin er bygd fyri og goldin við, er hálað upp úr tykkara lummum. Ikki ein einasta almenn króna liggur í hesari høllini, hinvegin hevur hin støðugt svangari landskassin forvunnið á leið 11 milliónir í meirvirðisgjaldi, umframt onnur gjøld, burturúr hesi verkætlanini. Vit, sum fingu eksklusiva rættin at disponera yvir tykkara súrt forvunnu skattakrónum, hava tí ongum øðrum enn tykkum fyri at takka, at hetta yvirhøvur bar til. Tað hevur ikki verið ein løtt avgerð hjá teimum 9 av 11, í undanfarna býráði, at taka ta endaligu avgerðina um hesa fyri kommununa óvanliga stóru verkætlan. Heiðurin er í stóran mun tykkara, men øll, sum hava havt ein virknan og verkligan leiklut, eiga stóra tøkk uppiborna. BBP arkitektar og Kanjon – við undirveitarum – sum hava givið kommununi eitt møbilstykki – fyri ikki at siga eitt avbera vakurt listarverk. Fleiri í fyristingini hava verið partar av hesum, men býarverkfrøðingurin man hava havt tað strævnast saman við Ejini, og hygni vestmenningurin, Einar Brimnes, hevur verið okkum ein góður røktingarmaður sum eftirlit frá byrjan til enda.
Hetta er løtan, okkara løta, og sum sagt verður í gamla Chase-slagaranum: ”Onki er sum fyrstu ferð”. Soleiðis endar Niclas eisini verkið ”Bylgjuna”, sum vit heittu á hann um at gera til løtuna fyri hálvum øðrum ári síðan.
Um eina løtu tveitir onkur seg á bláman fyri fyrstu ferð, til tess at marka løtuna, táið tað fer at bera til at svimja innanveggja í Runavíkar kommunu.
Hetta er løtan, har vit ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við einum søtum sjálvgivnum bita. Takk.
Seinastu tíðindi