Røða fyri svimjihøllini í Runavík
Røða, sum Marita Súsanna Hentze, leiðari av teknisku deild hjá Runavíkar kommunu, helt undir hátíðarhaldi fyri nýggju svimjihøllini í Runavík.
Góðu gestir, góðu borgarar, góðu børn og vaksin
Í dag er ein serligur dagur. Vit standa saman her í dag fyri at lata upp eina nýggja svimjihøll – eitt stað, sum fer at savna okkum, styrkja okkara heilsu, og sum fer at skapa gleði og felagsskap í nógv ár framyvir.
Í dag bjóða vit til innvígslu av nýggju svimjihøllini Bylgjan í Runavík.
Men lat okkum minnast, at dreymurin um eina nýggja svimjihøll byrjaði ikki í gjár. Fyri 60 árum síðan byrjaði dreymurin hjá Neptun um at hava egnan svimjihyl í Runavík. Og í dag er dreymurin vorðin veruleiki.
Hetta hevur verið ein stór og krevjandi verkætlan, og ein verkætlan, sum hevur verið partur av mínum arbeiði, líka síðani eg byrjaði í Runavíkar kommunu fyri skjótt sjey árum síðani. Og tað hevur verið sera spennandi at verið við í hesari tilgongd frá byrjan til enda.
Fyri skjótt trimum árum síðani var spakin settur í, og hava vit øll vónrík og spent fylgt gongdini. Tað gekk rúm tíð áðrenn sjálvt byggjaríðið varð sjónligt; tá kjallarin við nýtímans tøkni varð bygdur, ikki sást nógv til byggingina, tað var alt undir jørð, men stóri byggikranin og nógva ljósið vístu, at her var okkurt í umbúnað, og fram til vit sóu tær fyrstu sperrurnar verða settar upp. Nústani tá byrjaði verkætlanin endiliga at fáa skap.
Hóast grundiga ráðlegging hava verið avbjóðingar. Tað føroyska veðurlagið kann ikki sigast at altíð hava verið okkum til vildar. Avbjóðingar hava verið við veitingum, sum ikki komu fram rættstundis. Og streykan í fjør hevði í einum kritiskum tíðarskeiði eisini stóra ávirkan á framgongdina við byggingini.
Og ein slík byggiverkætlan er torskild og komplex og krevur nærlagni. Alt tilfar og allar mannagongdir skulu verða av hægstu góðsku fyri at tryggja trygdina og haldførið av teim minstu lutunum, ið verða brúktir. Tað hevur verið tekniskt avbjóðandi at fáa hetta at eydnast – men hvør avbjóðing hevur gjørt okkum dugnaligari og meira samansjóðaði.
Við tolsemi, nógvum fundum, samráðingum og eftir nógvum koppum av kaffi hava vit megnað at halda skútuni á rættari kós. Kenda orðatakid ”Sjálvt tann longsta ferðin byrjar við smáðum fetum” er sera passandi, og kunna vit ikki siga annað enn, at nú eru vit komin á mál, fet fyri fet.
Seinastu mánaðirnar hava vit dagliga sæð broytingar inni í høllini. Og alt hevur knappliga tikið endaligt skap. Vatnskreiðibreytin kom upp, vatn kom í hyljarnar, og hetta vakra ljósið frá vatninum sást um geilar og boðaði frá, at nú má svimjihøllin skjótt fara at verða liðug. Hetta er ikki bara ein bygningur, men ein dreymur, sum er vorðin veruleiki.
Svimjihøllin er ein partur av ítróttarmiðdeplinum og er gjørd til at rúma venjing, læring og hugna. Ítróttarfólk kunna venja til kappingar, og familjur kunnu njóta løtur saman. Høllin er sniðgivin til at skapa tryggar karmar fyri spæl, venjing og endurvenjing – eitt lyft til okkara trivnað.
Innanhýsis er høllin útgjørd við nútímans skipanum, góðum ljósi og rúmligum umstøðum til bæði børn og vaksin. Her er útspringsplattformur, 25 m kappingarhylur við 8 geirum, barnahylur til stór og smá, vatnskreiðibreyt, hitarúm og dampbað, harumframt heitur hylur við gosbað.
Vit hava valt eina grøna loysn til upphiting av svimjihøllini – við 30 jarðhitaholum á 300 metrar, eru tilsamans borað áleið 8,5 km. jarðhitahol. Hetta er størsta jarðhitaloysnin í Føroyum og eitt tekin um, at vit byggja inn í framtíðina. Við hesi loysn tryggja vit eina burðardygga svimjihøll og ítróttardepil fyri komandi ættarlið.
Vit vita, at hetta hevur verið eitt stórt arbeiði. Tað hevur kravt samstarv millum arbeiðstakarar, ráðgevar, arkitektar og ikki minst allar handverkarar og øll arbeiðsfólk, sum hava havt sína dagligu gongd her.
Tí vil eg nýta høvið at takka tykkum øllum, sum hava lagt tykkara í at fáa hetta framt í verki. Uttan tykkara arbeiði og ágrýtni hevði hetta ikki verið gjørligt.
Serliga vil eg takka:
• Borgarstjóra og býráðslimunum í Runavíkar kommunu fyri álitið og møguleikan at leiða eina so stóra, avbjóðandi og spennandi verkætlan.
• Høvuðsarbeiðstakara: Kanjon.
• Undirveitarar: Blikksmiðjan, Elcon, Flísamúrarin, Múrskeiðin. Klima, Málarameistarin, Zacharias Leitisstein, Brunnborðing, v.m.
• Arkitektar: BBP.
• Verkfrøðingar: SWECO.
• Ráðgevar: Spenn, PBC, og SMJ.
• Byggiharraráðgeving og byggileiðsla: Ráð.
• Allir handverkarar og arbeiðsfólk á byggiplássinum.
• Ein serlig tøkk til Ejin fyri tín ótroyttiliga stuðul, nærlagni og treiskni. Tú hevur verið mín høgra hond í tilgongdini frá byrjan til enda.
• At enda, takk til allar familjur og borgarar, sum hava fylgt verkætlanini við áhuga og stuðli.
Eg vil eisini at enda nevna eitt lítið, men týðandi fakta: múrararnir, sum hava lagt flísar í svimjihøllini, hava lagt áleið 130.000 flísar — ein fyri og ein eftir, og her síggja vit úrslitið.
Lat okkum tí í dag gleðast um hetta stóra stigið. Lat okkum taka svimjihøllina Bylgjuna til okkum, brúka hana væl og gera hana til eitt stað, har vit øll kenna okkum vælkomin. Lat hana verða ein miðdepil fyri gleði, heilsu og felagsskapi í Runavíkar kommunu.
Takk fyri tykkara luttøku og stuðul.
Seinastu tíðindi