Kunning um oljutangar, sum skulu takast úr nýtslu

04. september 2025

Frá 1. januar 2026 verða fleiri oljutangar ólógligir sambært kunngerð um dálking frá oljutangum. Talan eru nú eisini um tangar frá 1981 til 2000 við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar.

Higartil hevur tað verið galdandi fyri slíkar oljutangar í húsum bygd fram til 1980, og tað er enn galdandi.

Um tú hevur ein av hesum oljutangum, men av eini ella aðrari orsøk ikki fært hetta uppá pláss innan ásettu freistina í kunngerðini, so ber til, at fáa freistina longda í serligum føri. Hetta er eisini galdandi um skift verður frá oljutanga til aðra orkuskipan.

Freistin kann í serligum føri leingjast:

- Tað tíðina tað tekur at brenna oljuna í tanganum
- Um bindandi avtala er gjørd um nýggjan oljutanga við veitingartíð
- Um bindandi avtala er gjørd um nýggja hitaskipan við veitingartíð
- Um ætlan er at skifta til felagshitaskipan

 

Neyðugar upplýsingar skulu fylgja við umsóknini:

- Eigari, adressa og matrikulnummar
- Meting um tíðina tað tekur at brenna oljuna í tanganum
- Avrit av bindandi avtalum við veitingartíðum
- Avrit av avtalum um at knýta í felagshitaskipan

 

Umsókn um at leingja freistina fyri útskiftin til oljutanga ella aðra orkuskipan

Umsókn um at leingja freistina fyri útskifting av oljutanga kann sendast til Runavíkar kommunu á runavik@runavik.fo.

 

Leinkja til kunngerð 

 

Arbeiðis- og brunaeftirlitið hevur vegleiðing til hvussu oljutangar skulu setast upp inni á www.arb.fo.

Seinastu tíðindi

04. september 2025
Kunning um oljutangar, sum skulu takast úr nýtslu
25. august 2025
Kunngerð um broyting av Almenna Býarplani­num fyri Runavíkar kommunu
14. august 2025
Rottangatøming í Runavíkar kommunu
13. august 2025
Rottangatøming Søldarfirði