Rottangatøming í Runavíkar kommunu

14. august 2025

Komandi vikurnar (viku 33, 34 og 35) byrjar reinsitænastan hjá IRF at tøma rottangar í Runavíkar kommunu. Talan er um bygdirnar Søldafjørður, Lamba, á Lambareiði, Glyvrar, Saltangará og Runavík.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

 

Les meira her:

https://irf.fo/kunning/rottangatoming-i-soldafirdi-lamba-a-lambareidi-glyvrum-og-saltangara/

 

IRF

 

Seinastu tíðindi

15. september 2026
Heimsstjørna og Føroya Symfoniorkestur í Løkshøll
15. september 2026
Kunning frá Landsverk
14. september 2026
Kvøldskúla­skráin í Runavíkar kommunu er klár
11. september 2026
Grundøki eystan fyri Líknargøtu í Saltangará til sølu