Rottangatøming Søldarfirði

13. august 2025

Reinsitænastan hjá IRF er byrja at tøma rottangar Søldarfirði.

IRF heitir í tí sambandi á fólk í bygdini um at tryggja:

- at tangin er lættur at koma til
- at tað er grivið væl frá rundan um lokið
- at lokið er væl fest, men lætt at loysa
- at lokið er trygt og heilt
- at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta her.

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Seinastu tíðindi

13. august 2025
Rottangatøming Søldarfirði
12. august 2025
HIMMAL HEIM OG HAMMOND
31. juli 2025
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
22. juli 2025
Móttøka í Bylgjuni