Kunngerð um broyting av Almenna Býarplaninum fyri Runavíkar kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 27. mars 2025, hevur samtykt broytingar í býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.
Broyting í býarplaninum fyri Skálafjørð
Broyting býarplaninum fyri Skálafjørð soleiðis, at verandi 1.700 m2 stóra C25 øki til almenn endamál, á matr.nr. 10a við Mýrusnípuveg, verður broytt til B25-bústaðarøki og at 3.200 m2 eystan fyri Skálafjarðarvegin, á matr. nr. 300a, verður broytt frá E1-landbúnaður, innangarðs til nýtt C25 øki til almenn endamál.
Uppskot til broyting av býarplaninum
Broyting av býarplani
Broyting av býarplaninum fyri Saltangará soleiðis, at matr. nr. 168n, Glyvra bygd, uml. 614 m2 til støddar, verður broytt frá B4 bústaðarøki til A1 miðstaðarøki
Uppskot - model
Uppskot - model við broyting
A-økir fyri og eftir broyting
Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 26. august til 7. oktober 2025 og á heimasíðuni www.runavik.fo
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 7. oktober 2025.
Runavíkar býráð
Seinastu tíðindi



