Røða til jólatræði í Funningsfirði
Kæru tigor øll, sum komin eru hagar, at hátíðarhalda hesa løtu í dag, har vit tendra jólatræðið her í Funningsfirði. Fyri meg persónliga er hettar ein serlig og hugnalig løta, har vit sum bygdafólk og tit onnur, sum á einhvønn hátt hava tilknýtið til bygdina og umhvørvið her eru í felagskapið til hesa hugnaligu løtu.
Hvat er desember mánaði?
Desember er síðsti mánaðin í gregoríanskakalendaranum. Hann hevur 31 dagar og er desember, at meta myrkasta tíðin vit menniskju uppliva her á foldum. Tó so, so hava vit eisini dagin tá tað aftur fer at ganga móti ljósari tíðum. Men inntil tað aftur fer at ljósna, er tað fjálgt, at vit kunnu hugna um við ljósum, ja sum nú hava bæði nútímans litir, snið og tó eisini einfalda livandi ljósið, um tað er nóg kyrt at brenna hesa myrku tíð.
Desember er somuleiðis eisini tíðin har vit gleða okkum til jóla, og munnu tit børn og onnur við ikki vera mikið spent til jóla stákanina.?
Men hví er tað vit halda jól?
Jólini eru ein av størstu og týdningarmiklastu hátíðum í Føroyum, eins og í nógvum øðrum londum.
Jólini eru frumliga ein kristin hátíð, sum minnir okkum um føðingina hjá Jesusi Kristi í Betlehem. Hetta er hátíðin, har vit heiðra Jesu føðing, sum kemur við boðskapinum um kærleika, frelsu og frið.
Jólini byrja í dag 1. Sunnudag í advent, sum eisini er fyrsti dagur í nýggju kirkju árinum.
Orðið Advent kemur frá tí latínska orðinun “Adventus” sum merkir “koma ella kemur”
Advent byrjar í dag, fjóra sunnudagar undan jólum, og heldur áfram til jólaaftan. Hvønn sunnudag í adventu er ein tíð har vit bíða, hugsa og vóna.
Jólini eru eisini tíðin, har fólk samlast. Geva hvør øðrum gávu, og somuleiðis geva og taka ímóti kærleika. Henda samanseting av hátíð, samveru og kærleika hevur ein djúpan týdningin hjá okkum øllum, bæði ímun til trúgv og samfelag.
Jólini eru í Desember beint eftir stytsta dag, tá dagsljósið er avmarkað og náttin er long.
Hettar kann hava stóra ávirkan á sálarheilsuna hjá okkum menniskjum. Vit vilja, at kalla sjálvsagt ynskja okkum summar og sól, men hettar er tíðanverri ikki møguligt, uttan so at vit flyta okkum til onnur støð hesa ársins tíð.
Jólahátíðin hevur samband við hugburðin um ljósið, og tað mikið upplyftandi, at vit hesa ársins tíð fríðka um við hugnaligum ljósið.
Jólahátíðin hevur eins stóran týdning fyri familju og mentanarligar siðvenjur eins og hon hevur fyri trúgv okkara. Hettar er jú tíðin, tá familjur samlast til tær ymisku jólaløturnar, har sungin vera jólaløg og hugnin er í hásæti, júst sum her hjá okkum í dag.
Í nógvum samfeløgum, eisini í Føroyum eru jólini ein tíð har vit geva hvør øðrum gávur. Eru hesar gávurnar nú júst tað vit hava hugsað mest um gjøgnum árið, sum er við at halla? Ella er hattar bara nakað vit skulu fáa frá hondum í øllum dagliga stressinum.
Er gávan nóg góð til tann sum fær hana? Man hon ella hann passa plaggi? Ella fer persónurin verðuliga at brúka tað vit hava givið? Hettar eru uttan iva spurningar nógv hava í huga, um hesa ársins tíð.
Hvar eru jólini farin? Eru vit verðuliga komin til at vit skulu hugsa alt í matriellum gávum?
Eg loyvi mær at yvast um hettar.
Vit síggja samfelagið í dag, alt gongur við høgari ferð og vit hava ikki tíð og stundir til annað enn at fylgja streyminum. Ella hava vit verðuliga tað?
Fyri mong eru jólini ein tíð har vit eru í samanhaldi við okkara kæru – familjum, vinum og kenningum. Vit hava góðar og stuttligar løtur, sum fjálga um felagskapin og ikki minst, at minnast tær góðu løturnar í brátt farna árið, og tað vit annars hava saman.
Tó so, so eru jólini ikki bara ein tíð við gleði, gávum, jólaljósi og góðum máltíðum – men eisini ein tíð, har vit eiga at hugsa um tey, sum á einhvønn hátt ikki hava tað gott í okkara samfelag og tey mongu onnur kring allan heimin.
Vit frætta javnan um fíggjarliga sperdar familjur í okkara samfelag her í okkara Føroya landi, her vit hava næstan alt, sum vit ynskja okkum.
Vit skulu somuleiðis eisini minnast til, at rætta eina hond til tey mongu, sum kempa við sorg ella álvarsligum sjúkum, bæði likamligum og sálarligum. Eisini tey, sum á ein hvønn hátt ikki kunnu hátíðarhalda hesi jól saman við sínum kæru. Tey munnu vera mong, sum høvdu verið takksom fyri tað, sum vit taka fyrigivið í gerandisdegnum. Vit hava sannuliga nógv at vera takksom fyri.
Samfelagið er nógv broytt, og broytist so við og við. Eg haldi tað er sera áhugavert, at hoyra okkara eldru greiða frá hvussu ferða møguleikanir vóru fyrr. Tað kundi taka fleiri dagar at koma úr suður í norð. Yvurnátting var neyðug í ávísum førum hjá onkrum ein kendi, ella har hurðin var opin og hjartarúm var.
Í dag seta vit okkum í ein bil og koyra nærum júst har vit vilja, bara líka soleiðis, tí vit hava hug til tess. Men á vegnum mugu vit líka hava eitt nú podvarp, ljóðbók, tónleik frá ella vit føra eina telefonsamrøðu fyri, at okkurt skal náast, nú vit líka skulu eitt annað stað enn har vit júst nú vóru.
Jólini eru ein áminning um, hvussu umráðandi tað er, at taka okkum tíð til, at geva og vísa kærleika bæði til tey, sum standa okkum nær og ikki minst tey, sum eru okkum fjar.
Vit kunnu hesa ársins tíð staðfesta hvussu nógv vit hava at vera takksom fyri – at vit hava nátt enn eitt ár við nýggjum møguleikum.
Hvønn einasta dag eru vit umgivin av teimum, sum stuðla og hjálpa okkum at koma ígjøgnum lívið. Vit skulu minnast til, at siga takk! Ikki einans fyri gávurnar vit deila okkara millum, men at siga takk fyri løturnar og vinalag.
Vit eru nú savnaði til ársins jólahald í Funningsfirði. Her er tað siðvenja, at elsta barn undir skúlaaldur fær høvið, at tendra ljósini á trænum, hettar er ein upplyftandi og stórur dagur hjá børnunum. Vit eru somuleiðis komin til adventina - jólini eru í hondum, og síggjast nógvu perurnar og stjørnur, eins og á træðnum her hjá okkum. Tær lýsa sum smáar stjørnur, ið kasta sín glans út í myrkri eins og stjørnurnar á himmalhválvinum í hesu myrku tíðini.
Tað kennist fjálgt, hóast vit hava vetur og foldin er farin í dvæla. Tó so, so stendur granntræði grønt alt árið, eins og vit menniskju skulu hava eitt aktivt og innihalds ríkt lív. Vit hava tørv á, at vera í sosialum felagskapi, har vit hava tað stuttligt, og eitt lív har vit vera hoyrd, vird og sædd.
Við hesum vil eg takka tykkum, sum handan Visit Runavík standa fyri “Jól í Runavíkar Kommunu”, somuleiðis takk til okkaru lokalu bygdafólk, sum hava staðið fyri hesum tiltaki, takk til Nes Sóknar Musikfelag fyri tykkara trúfasta áhaldni ár eftir ár, líkamikið veður og vind, at tit seta dám á hesar hugnaligu løturnar kring um í okkara kommunu, og ikki minst tykkum, sum her eru komin saman í dag.
Tykkum øllum verður ynskt eina góða advent við ynskjum um eini góð, hugnalig og friðsæl jól.
Takk til tykkum sum lýddu á.
- Reidar F. Joensen