Myrkrið kann ikki køva myrkrið, - bara ljósið kann

01. desember 2024

Jóanis Erik Køtlum flutti fram røðu, táið jólatræið í Funningi var tendrað sunnukvøldið.

Góðu funningsfólk og onnur vitjandi - vælkomin til hesa løtuna nú vit fara at tendra jólatræið her í Funningi.
 
Í 2023 ringdi Marjun til mín og spurdi, um eg kundi halda røðu, tá jólatræið bleiv tendrað, men tá lá ikki fyri hjá mær, og eg bað hana royna aftur næsta ár. Tá hon so ringdi í ár hugsaði eg hvørja umbering eg skuldi nýta fyri, at bera meg undan, men valdi so at svara ja.
 
Orsøkin til at eg himprist við at halda eina tílíka talu er millum annað mítt inhugsna lyndi, og kanska fyrst og fremst tí eg í nógv ár havi haft tað rættuliga ”ambivalent” við jólunum, serliga tí materiella og avleidda ”resinum” av hesum, sum í stóran mun kámar yvir tað, ið tað átti at snúð seg um - nevnliga felagsskapin, samanhaldi, næstrakærleika, gleði og takksemi.
 
Tað góða við hesi áheitan er hinvegin, at eg ta seinastu tíðina havi fingið grundað yvir og hugsað aftur á míni 59 jól, ikki tí at eg minnist tey øll, men brot úr teimum.
 
Eg eri føddur og uppvaksin á Viðareiði, og havi mítt vaksna lív búð í Keypmannahavn, Tórshavn, Nuuk og eitt stutt tíðarskeið í 90-unum í Funningi. Eg havi tó altíð havt, um eg so má siga, annað beinið og størsta partin av hjartanum í Funningi.
 
Fyrstu jólini á Viðareiði so langt eg kann minnast, til eg varð stórur smádrongur, vekja treytaleyst góð minnir har eg gleddi meg til afturvendandi tiltøkini:
 
· Tá handlarnir býttu bonusmerkir út fyri keyp í desember mánaða, sum endaðu við, at øll húski í bygdini fingu ein trivaligan jólapakka sjálvan jólaaftan.
· Bygdin varð pyntað og angin av grann varð at føla allastaðni har ein kom.
· Eydnuhjól í missiónshúsinum har ein kundi vera so ótrúliga heppin at vinna ein kassa av blandaðum sodavatni ella eina eskju av Quality street.
· Jólasangir og Jólasálmar.
· Ein pyntað kirkja við livandi ljósum og stórum jólatræi.
· Jólafestir við góðum mati og undirhaldi (abbabeiggi Hans og stólaspæl).
· Og síðst men ikki minst jólapakkarnir.
 
Tá eg so bleiv eitt sindur eldri, tá fekk tað materialistiska meira tak á mær, og soleiðis upplivdi eg tað eisini við øðrum. Hóast glaður fyri gávurnar eg fekk, so varð altíð eitt lítið “um nú eg ikki fekk júst tað eg hevði ynskt mær” ella “vinmenninir høvdu fingið uppaftur betri og størri gávur”. Nú varð tað vorðið meira ein handil, og er hetta tíverri ein stórur og vaksandi partur, sum er baksíðan av medaljuni. Frá treytaleysum takksemi yvir at fáa, til treytað takksemi, ein kapping um at geva og móttaka.
 
Her eru uppá stutt sikt vinnarar og taparar í hesi kappingini. Tey, sum vinna upp á longri sikt, eru tey sum hava styrkina og hvíla væl í sær sjálvum, hava neyðugt sjálvsvirði, soleiðis, at tey ikki lata seg stýra ella órógva av hesum. Tað er ikki einum og hvørjum unt.
 
Í mínum vaksna lívi havi eg hildið jól ymsa staðni, sum sjómaður í Miami og Sisimiut, nakrar ferðir í Nuuk tá eg arbeiddi í Grønlandi og so í Havnini. Eg havi ofta sagt, at bestu jólini eg havi havt síðan eg varð vaksin og áðrenn eg fekk børn, vóru jólini tá eg var burtur. Aftaná at eg havið fingið børn, eru tey í Nuuk tey sum standa mær fremst í huganum. Eg havi grundað eitt sindur yvir hví so er, og eri komin til nakrar niðurstøður, sum hevur við tey smáu tingini at gera, millum annað:
 
· Einfalt pynt og hugni
· Ein góður døgurði
· Hugnalig samvera
· Tættur felagsskapur
· Felags lagna og samanhald
 
Fyri meg vera jólini í ár eini sermerkt jól í Funningi. Fyrstu ferð eg kom til bygdina, einaferð fyrst í 70-unum til í dag, er ógviliga nógv broytt. Tá varð altíð nógv fólk á vendiplássinum, tá man fór út í tún. Nú sæst onkur hissini fara spákandi við ferð frá einum staði til annað. Tá vóru ommubeiggjar, abbi og pápabeiggi í bygdini… teir eru ikki meir. Seinastu nógvu árini hava vit, sum røkta í Líðini, havt ein serligan felagsskap. Frá at vera fýra, eru vit nú einans tveir eftir av teimum gomlu, eftir at Sámal varð borin yvir um ánna fyri kortum. Hetta er lívsins gongd. Vit leingjast millum annað eftir ljósinum og kaffimunnunum í Hoygarðinum, og eftir eru tíbetur góðu minnini, sum eingin kann taka frá okkum. Og nýggj ættarlið taka við.
 
Tað, at vit nú aftur tendra jólatræið, er partur av siðvenju, sum er við at binda okkum ættarlið saman, og geva børnunum ein varða í jólafyrireikingunum. Eg vildi ynskt at fyrireikingarnar ikki fara yvir gevind.
 
Eisini er henda siðvenja við til at savna okkum í felagsskapi og samanhaldi, einum størri og breiðari felagsskapi enn bara røktingarmenninir í Líðini ella tí felagsskapi tá vit fylgja onkrum til gravar. Eg vildi ynskt, at vit áhaldandi menna okkara felagsskap og samanhald.
 
Ljósið vit tendra er fyri umhugsni, næstrakærleika og gávumildni. Lat tað ikki verða eina kapping um at keypa kærleikan, - tí hann kann ikki keypast. Mítt ynski er, at vit royna í mest møguligan mun at hugsa um okkara næsta og hjálpa har tørvurin er størstur.
 
Ljósið er fyri gleði og takksemi. Eg eri takksamur fyri Funning og teimum fólkum eg her havi møtt. Takk fyri at tit altíð eru klár at hjálpa, tá heitt verður á tykkum. Takk til kommununa at hon ár eftir ár hugnar um í bygdini, skipar fyri hesum tiltaki og takk til bygdarfólkið, sum stuðlar uppundir við drekkamunni.
 
Ljósið vit tendra í hesum adventsdøgum er fyri vónini í hesi myrku tíð, at tað brátt fer at lýsna aftur, eins og Jesusbarnið, tað heila snýr seg um, varð vónin fyri okkum menniskju. Mítt ynski er, at vit finna vónina inni í okkum sjálvum, og at heimurin sum heild gongur eini bjartari framtíð á møti.
Og minnist til, at tann sum ikki hevur jólini í hjartanum, finnur tey ongantíð undir trænum.
 
Fari at enda við hesum orðunum frá Martin Luther King, - leysliga umsett:
 
Myrkrið kann ikki køva myrkrið, bara ljósið kann. Hatur kann ikki køva hatrið, bara kærleikin kann.
 
Við hesum orðum verður jólatræið í Funningi í 2024 tendrað.
 
Góða adventu og gleðilig jól.

Seinastu tíðindi

04. desember 2024
Røða til jólatræði í Funningsfirði
02. desember 2024
Tvørturum hav og tíð
01. desember 2024
Urtagarðs­arbeiði ”talar” til mín
01. desember 2024
Myrkrið kann ikki køva myrkrið, - bara ljósið kann