Kommunuvalið 12. november 2024

Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2024 kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum § 6, stk. 2.

Valnevndarforkvinnan til kommunuvalið er:

Alice Frederiksberg, Skálavegur 343, 480 Skála

Brævatkvøður

Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 11. november 2024.

Kommunuskrivstovan er opin hesar tíðir:

Mánadag til hósdag frá kl. 09:00 - 16:00

og Fríggjadag           frá kl.  09:00 - 15.00

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000  í seinasta lagi 11. november 2024 kl. 12.00.

 

Forfólk í valstýrunum fyri Runavíkar kommunu

Valstað Forfólk Teldupostur Telefonnummar
Elduvík Dánial Martin Hansen   582505
Funningsfjørður Andreas Hammer andrias1954@hotmail.com 223762
Funningur Randi Dam dam.randi@gmail.com 222535
Oyndarfjørður Bárður Árnason bardur_arnason82@hotmail.com 584840
Runavík Bergmann Finnsson gandakallur@gmail.com 228959
Skála Eyðun Rasmussen eydunras@olivant.fo 741542
Skálafjørður Arnleyg við Líragil arnleyg@gmail.com 272391

KUNNGERÐ

 

 

Vallistin til kommunuvalið 12. november 2024 fyri valdømið í Runavíkar kommunu

Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið 12. november 2024 fyri valdømið í Runavíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í Saltangará í døgunum frá 15. oktober 2024 til 29. oktober 2024 í vanligari skrivstovutíð.

Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 05. november 2024.

 

 

Runavíkar kommuna